Uttan neyð – eingin missión
Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.
Tað eru fáir felagsskapir sum Heimamissiónin, har sjálvboðið arbeiði ber so nógv, sum tað ger. Hvørja viku – ja, hvønn einasta dag – verða túsundtals tímar lagdir í tænastu fyri Gud og næstan: summarlegur fyri børn og ung, praktiskt arbeiði í Nesvík, samrøður, vitjanir, uppmuntran og forbøn. Og tá hava vit ikki nevnt sunnudagsskúlan og møtini fyri juniorar, ung og vaksin. Ella hví ikki nevna sangin og tónleikin? Vit kundu hildið áfram at nevnt fólk, sum geva seg sjálvi og sína tíð – uttan at vænta nakað afturfyri.
Tí má tað sigast við greiðum orðum: Tann sjálvbodni andin livir. Hann virkar. Og hann ber ávøkst.
Teir truplu spurningarnir
Men samstundis mugu vit tora at seta okkum sjálvum teir truplu spurningarnar, sum eisini vórðu settir, tá ið trúboðararnir hjá Heimamissiónini herfyri hittust: Hvussu stendur til við neyðini fyri at onnur skulu verða frelst? Hvar er missiónsandin?
Spurningurin er beiskur. Ja, við atliti at øllum tí sjálvbodna arbeiðinum, sum verður gjørt hvønn dag, kann tað tykjast bæði óhóskandi og órímiligt at seta slíkar spurningar. Tí eingin kann – ella eigur – at seta spurnartekin við tað stóra arbeiðið, sum verður gjørt í tænastuni fyri Guds ríki.
Og tó hanga spurningarnir í luftini.
Neyðin sum drívmegi
Tí mitt í øllum virkseminum – mitt í fullsettum kalendarum og skundmiklum felagsskapum – ber til at missa sambandið við tað, sum skuldi verið sjálvur kjarnin: Neyðin í hjartanum, sum sprettur úr kærleikanum, ið Kristus vísti okkum, meðan vit enn vóru syndarar. Hendan neyðin, sum ikki kann tiga, tí hjartað brennur. Ella sum ein trúboðari segði: Um neyðin ikki er har, verður eingin missión førd.
Tað kennist ofta lættari og tryggari at lata onnur koma til okkara, meðan vit sjálvi halda okkum aftur frá at fara út í heimin at leita eftir tí burturvilsta. Og tíbetur eru nógv, sum koma. Hygg bara eftir summarlegunum, sum vóru fullteknaðar eftir lítlari løtu!
Men nógv finna ongantíð vegin til okkara mongu møtir og tiltøk av sær sjálvum. Og teirra møguleikar eru fáir – um eingin ber neyðina í hjartanum fyri at deila kærleika Kristusar við tey.
Tað er júst her, at spurningarnir frá trúboðarafundinum gera okkum eina tænastu: Teir tora at seta orð á ein veruleika, sum vit helst vita um – at tann innara neyðin, sum førir missión, tykist viknað.
Hetta er ikki ein atfinning av teimum sjálvbodnu. Hetta er ein stillislig staðfesting av, at tann innara keldan má endurnýggjast. Tí trúboðan og diakoni eru ikki fyrst og fremst ætlanir og tiltøk. Tey eru ávøkstur av einum lívi í brandi. Einum lívi í Kristusi.
Og tann veking, sum nógv tala um, vóna eftir og biðja fyri, má byrja við, at neyðin í hjartanum gerst so stór, at vit tora at virka eftir henni – við at fara til teirra, sum enn ikki hava hoyrt.
Tá eingin fer
Orsøkin til samrøðuna millum trúboðararnar var álvarsom. Eitt av teimum mest evangeliserandi átøkunum hjá Heimamissiónini er í vanda fyri at detta burtur. Í mong ár hevur Sunnudagsblaðið verið borið út til óteljandi heim kring landið. Men nú er torført at finna fólk, sum vilja nýta nakrar fáar tímar 6-8 ferðir um árið at bera tað út. Tí missa nú túsundtals føroyingar teirra einastu andaligu hjálp. Tað eru mong dømi um fólk, sum siga, at tey hvørki koma í kirkju ella missiónshús, men lesa Sunnudagsblaðið. Tað er akkerið í teirra trúarlívi.
Men fyri helvtina av teimum er tað nú liðugt. Ongin – heldur ikki Posta – vil bera blaðið út í stórum pørtum av landinum. Hetta tekur fast. Tí vit vita, at blaðið ger gott. Og tí hekk eisini ein tung sorg yvir fundinum, tá trúboðararnir hittust at tosa um, hvussu vit kunnu styrkja tað evangeliserandi arbeiðið í landinum.
Tað snýr seg ikki um virksemi – men um leið
Spurningurin um neyðina snýr seg ikki um virksemi. Ongin skal seta spurnartekin við tað stóra trúfestið og arbeiðið, sum verður gjørt. Men spurningurin um, hvar neyðin er farin, snýr seg um leið og kós. Tí hvørjum peikar alt tað, vit gera, í veruleikanum ímóti?
Og hvat gera vit, um tað vísir seg, at vit – mitt í øllum góðum vilja – eru um at missa sambandið við sjálvan boðskapin og kallið, sum vit byrjaðu við?
Eitt kall í tíðini
Vit trúgva, at skurðurin er búgvin – at tíðarskeiðið er komið. Eftir mong turr ár síggja vit nú tekin um, at fólk í samfelagnum leita aftur. Skelkað av lívsins veikleika og tómleikanum í einum heimi uttan grundvøll, leingjast tey eftir tí, sum er satt: eftir tryggari grund undir fótunum, eftir áliti og kærleika, eftir sannleika.
Tí er nú tíð at endurfinna tann fyrsta kærleikan. Tíð at savnast um Guds orð, at lata tað verða latið upp og talað erligt og lívgandi inn í okkara tíð. Og tað er tíð at biðja ta bønina, sum Jesus sjálvur gav okkum: Harri, akurskurðurin er mikil – vilt tú senda út arbeiðisfólk at heysta inn skurðin?
Men meðan vit biðja, mugu vit eisini vera til reiðar. Tí kanska er tað júst meg, hann kallar. Kanska er tað teg?
Tá neyðin fyri øðrum fær pláss í okkara hjørtum – mitt í gerandisdegnum, mitt í iva og ófriði – kann kallið ljóða sum ein mild rødd, ið spyr: Vilt tú fara?
Og tá mugu vit – eins og Jesaja – svara:
Her eri eg. Send meg.