Væl eydnað 100 ára hald í Leirvíkar Missiónshúsi

31. mai 1925 var ein sannur hátíðardagur í Leirvík. Tá var gamla Missiónshúsið vígt og tikið í nýtslu. Kristian Vilhelm Nielsen, sóknarprestur, vígdi húsið, og sagt varð, at nú var húsið, sum fyrr var ein dansistova, umvent.

25. mai 2025 var 100 ára dagurin hildin í Leirvíkar Missiónshúsi. Kvøldið byrjaði við góðum felagssangi. Henry Christiansen legði fyri við andakt og segði frá góðum minnum.

So fekk Ásbjørn Jacobsen orðið og greiddi frá, hvussu arbeiðið byrjaði fyri 100 árum síðan. Hann segði m.a.:

– Tað byrjaði umleið 1921 við at kvinnur og menn skipaðu fyri møtum og sunnudagsskúla í Gamla Skúla (Losjuni). Tað fyrstu tíðina vóru tað blákrossfundir ella avhaldsfundir. Hesi somu fólkini vóru andaliga vakt og við tíðini gjørdust avhaldsfundirnir til missiónsmøtir.

Andalig veking var í bygdini og skjótt gjørdist ov trongt í Gamla Skúla. Tá ið so áhugin fyri dansistovuni minkaði og høvi var at ogna sær dansistovuna, tóku tey seg saman og keyptu dansistovuna fyri 3.300 krónur.

So var farið at rigga dansistovuna til Missiónshús. Talarastólur skuldi gerast, benkur og trý bíbliuvers á veggin v.m.

LES EISINI  Nýtt rytmiskt kór byrjað í Leirvíkar Missiónshúsi

Eitt stýri skuldi veljast at leiða og skipa fyri. Semja var um at velja fimm menn í fyrsta stýrið: Hans Andreas Hansen, formaður, Jóan Jacob Jacobsen í Gerðismørk, kassameistari, Óli Christiansen, Kristian Johannesen og Kristian Kristiansen. Hetta vóru menn í bestu árum. Tann elsti var 34 ár og tann yngsti 23. Teir flestu sótu í stýrinum til ellisár ella til teirra deyðadag.

Fyri mong var hetta nýtt og fremmant, at leikfólk talaðu Guds orð. Og tí vóru eisini tey, sum varnaðust hetta nýggja og onnur vóru beinleiðis ivingarsom og uppaftur onnur vóru beinleiðis ímóti hesum nýggja. Men Harrin signaði arbeiðið og fleiri løgdust afturat.

Í 1967 kom næsta ættarliðið í stýrið: Palli Hansen, John Joensen og Petur Adrian Jacobsen. Petur Adrian varð valdur til formann og John til kassameistara.

Miðskeiðis í 1960-unum varð bygt upp í norðara enda á Missiónshúsinum. Vit fingu góðan køk, gong, nýggja trappu upp á loftið og tvey WC. Eisini fingu vit 200 nýggjar stólar og nýggj borð til allan salin. Borðreiðast kundi til umleið 130 fólk í salinum – umframt eyka borð í gongini.

LES EISINI  Annað jólakvøld verður árliga lovsangskvøldið í Leirvík

Tíðir broytast og í seinnu helvt av 1980-unum var semja um, at húsið var ov lítið og ótíðarhóskandi til stóra virksemið millum børn, ung og vaksin. Samstundis vísti tað seg, at húsið kom at standa í vegin fyri vinnumenningini í bygdini. Í samráði við bygdarráðið, sum tá var, varð fari undir at byggja nýtt Missiónshús, sum varð vígt og tikið í brúk 1. januar 1990.

Tað sáð, ið varð sáðað, fyrst í Gamla Skúla, síðan í Gamla Missiónshúsinum og í tí Nýggja Missiónshúsinum hevur borið ávøkst. Vit hava eitt gott og ríkt missiónsarbeiði í bygd okkara millum børn, juniorar, ung og vaksin. Harrin hevur signað arbeiðið, sum fedrar okkara løgdu lunnar undir fyri 100 árum síðan.

Ásbjørn endaði við at siga, at trúfesti eyðkendi tey gomlu missiónsfólkini. Trúfesti móti Guds orði og meinigheitini. Tey vóru, so at siga, fast “inventar” í Missiónshúsinum sunnukvøld eftir sunnukvøld. Og so nevndi hann Onnu Fanuelsdóttir sum eitt dømi og fyrimynd um trúfesti: “Hon veik ikki úr halgidóminum, og tænaði Gudi við føstu og bønahaldi nátt og dag.” (Luk. 2,37)

LES EISINI  Øðrvísi missiónsvika í Leirvík

Árni Jacobsen hevði savnað nógvar góðar, gamlar myndir, sum vórðu vístar á stórskíggja. Eisini vísti hann sjónband frá 2015, sum var ein samrøða hann hevði við Petur Adrian um arbeiðið í gomlum døgum. Hann hevði eisini savnað hópin av gomlum skjølum frá Petur Adrian og skipa tað sum framsýning í salinum.

Hjalmar Hansen, Rituvík, sum er hálvur leirvíkingur, bar heilsan frá høvuðsstýrinum hjá Heimamissiónini og Dánial Andreasen mintist góðar løtur frá sunnudagsskúlanum.

Marius Jacobsen endaði kvøldið, har hann tók støði í Hebr. 13,7: “Minnist til vegleiðarar tykkara, sum hava talað Guds orð til tykkara; lítið at endalyktini á ævi teirra, og fylgið so trúgv teirra eftir!” Eisini hann mintist við takksemi tey gomlu og takkaði Gudi fyri tað signing vit hava upplivað í Missiónshúsinum.

Eilin Andreasen, næstforkvinna í stýrinum, tók saman um og takkaði fyri eitt gott og hugnaligt kvøld.

So vóru øll boðin til ein góðan drekkamunn við lagkøku og smákøkum og til hugnaliga samveru og gott prát við vinir og kenningar.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina