Væl vitjað vártiltak hjá Barnaringinum á Strondum 

Fríggjakvøldið skipaði Barnaringurin á Strondum fyri sínum árliga vártiltaki í Bygdahúsinum, har børnini sýndu fram og seldu handaligt arbeiði, sum tey hava gjørt gjøgnum veturin. Umframt søluna var bæði eydnuhjól og tombola, og nógvir góðir vinningar vóru at fáa. 

Tiltakið var sera væl vitjað, og ímillum kaffikoppar og hugnaligt prát í krókunum varð ein munagóð upphædd savnað inn. Í alt komu heilar 89.000 krónur inn, og hesin peningur verður nú býttur millum trý missiónsarbeiði. 

Barnaringurin á Strondum er eitt arbeiði fyri børn, sum hittast hvønn mánadag at gera handaligt arbeiði og læra um missión. Á hvørjum ári skipa tey fyri tveimum tiltøkum: vártiltakinum við eydnuhjóli, har peningurin fer til útimissión, og jólasølu, har stuðulin fer til missiónshúsið, útimissión og til at fíggja egið virksemi. 

Elma Poulsen, ein av fyrireikarunum, sigur, at peningurin í ár verður latin trimum missiónsarbeiðum: 
– Tey, sum fáa stuðul í ár, eru Ernst Suni Magnussen og konan, sum eru í Tailandi, Tæn Afrika og Birita og John Timothy, sum eru í Japan. Fyrr fingu fýra arbeiði stuðul, men nú er hjálpin til Rumenia steðgað, so vit stuðla trimum í staðin, sigur hon. 

Missión í Japan, Tailandi og Afrika 
Í Japan er bert umleið 1% av fólkinum kristin, og tí er tað eitt av heimsins størstu londum, sum framvegis lítið er rokkið av kristnari missión. Birita, sum er ættað úr Strondum, og maður hennara John Timothy, arbeiða sum trúboðarar í Japan. Arbeiðið har er bæði stórt og álvarsamt. 

Í Tailandi eru eisini fáar kirkjur, og trúboðararnir Ernst Suni Magnussen og kona hansara arbeiða við at koma í samband við fólkið og vísa teimum Jesu kærleika – bæði í orðum og gerðum. 
– Tað ræður um at vera ímillum tey og vísa teimum, at Jesus hevur týdning fyri okkum. Vit vilja ikki bara tala, men eisini gera nyttu, hevur Ernst Suni áður sagt við Trúboðan. 

Tæn Afrika er ein føroyskur missiónsfelagsskapur, ið arbeiðir í Afrika við tí endamáli at boða evangeliið og at menna familjur – serliga kvinnur, børn og ung – til sjálvbjargni. Uttan fyri Føroyar arbeiða tey undir navninum Serve Africa, og teirra verkætlanir fevna um Etiopiu, Suðurafrika og Liberia.