Vælkomin í Missiónshúsið á Sandi í bøn mánakvøldið 25. august kl. 19.00

Saman í bøn fyri landi og fólki 🙏🙏🙏

Tá ið stýrislimir vóru saman í Nesvík fyrr í ár varð greitt frá um eitt nýtt bønar átak fyri at samla rørsluna í bøn. Mong vóru í Missiónshúsinum á Glyvum mai mánaði til bøn. Nú er stundin komin til missiónshúsið á Sandi, og vit vóna at fleiri taka undir við hesum týðandi átaki. 

Ætlanin er at skipa fyri einum felags bønarátaki, har øll samfeløgini samlast til bøn at biðja fyri okkara landi og fólki.

Skrá fyri kvøldið:

  • Kl. 19:00 Drekkamuður
  • Kl. 19:30 Sangur/lovsangur
  • Kl. 19:45 Bøn
  • Kl. 20:45 Liðugt

Tað bleiv nevnt, at hetta bert er fyri stýrislimir, men eftir at hava umrøtt hetta meira vilja vit gera hetta opið fyri øll missiónsfólk, ið vilja koma saman at biðja. 

Vit vóna, at øll stýrini vilja taka undir við hesum sera týðandi tiltaki og ganga undan í at vera ein biðjandi rørsla. Og at tit vilja lýsa við hesum á møtum tykkara komandi sunnudag, so at so mong sum gjørligt møta upp til tiltakið. ❤️ 🙏🙏🙏

Harrin sigur í Jesaja bók: 
“Áður enn teir hava kallað, man eg svara, bønhoyra teir, áður enn orðið er talað.”
(Jes 65,24).

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina