Kirkjuráðsvalið 2025: Uppgávur, ábyrgd og valevni
Kirkjuráðsval verður týsdagin 4. novembur 2025. Men hvørjar uppgávur og ábyrgd hevur kirkjuráðið og hvørji eru á valevnislistunum?
Uppgávan hjá kirkjuráðum
Kirkjuráðið í kirkjusóknini skal tryggja kirkjuliðnum góð kor fyri lívi og vøkstri í trúskapi móti lærugrundarlagnum hjá fólkakirkjuni. Kirkjuráðið stjórnar kirkjuni í kirkjusóknini og hevur ábyrgd av fíggjar- og fyrisitingarviðurskiftunum. Uppgávan hjá kirkjuráðslimum er tí at taka sær av dagliga rakstrinum av kirkjuni, so bygningurin er í góðum standi. Ráðini skulu skapa kirkjuni bestu kor fyri lívi og vøkstri.
Harumframt skulu kirkjuráð
- kalla fólk til tænastuna sum kirkjutænarar: deknur, urguleikari og klokkari
- hava eftirlit við at økið rundan um kirkjuna er tignarligt
- taka sær av tí praktiska við atliti at sosialari samveru (kaffi + kaka/matur)
- áseta klokkutíðina fyri gudstænastuni sunnu- og halgidagar
- áseta dagin, tá ið tey ungu verða fermd
- góðkenna ta kirkjuligu skipanina (liturgi), ið nýtt verður á staðnum
- avgera talvudagarnar, um ella tá ið samlað verður inn undir gudstænastuni
- velja 4 limir í Próstadømisráðið og ein lim í Føroya Stiftsstjórn
- velja sóknarprest/dómpróst og biskup
- vera virkin samstarvspartnari hjá presti / dómprósti / biskupi og Mentamálaráðnum, t.d. umvegis Felagið fyri Kirkjuráðslimir.
226 valevni hava stillað upp, harav 115 kvinnur og 111 menn
Í hesum kirkjusóknum eru 41.478 limir. Av teimum hava 32.384 valrætt, ella 78,1%.
Til ber at kunna seg um valstøð og valevni niðanfyri.
Ásbjørn Jacobsen


