Var tað ein eingil?

Sólbjørg Símunarson

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Vit komu aftur úr langari feriu í gjáramorgunin, buldrandi við Norrønu! Havi ikki spýð so illa í fleiri ár. Men tað er vist einki at skriva ”Innkast” um, mong hava roynt tað, sum verri er á sjónum!

Vit vóru knappar tvær vikur sunnarlaga í Týsklandi og súkklaðu. Süd Thüringen eitur landsparturin, eitt lágt fjallaland, sum strekkir seg norður eftir framvið Werradalinum, til áin Werra rennur saman við aðrari á, Fulda, sum kemur vestanífrá, og tær verða til ánna Weser. Hon rennur, sum onkur minnist, gjøgnum Bremen og út á hav í Bremerhaven.

Hatta var landalæran. Sera góður túrur! Vakurt landslag, smábýir og bygdir, lætt at finna, tí áin var altíð nær við. Triðja dagin á ferðini punkteraði afturhjólið hjá Henningi! Leygardag seinnapart. Vit vóru ikki nær við nakran bý. Men sjálvandi duga vit at lappa! Slangan kom út, vit funnu holið. Men gakk: Lappugreiðirnar vóru ov gamlar! Vit pussaðu, kroystu límið úr teimum báðum hálvu tupunum og settu fyrst ein og so ein annan lappa á. Men tætt bleiv tað ikki!

Nøkur súkkla framvið. Fólk vóru sera beinasom í økinum. Steðgaðu vit og hugdu í kortið, so gekk bert ein løta, áðrenn onkur steðgaði og spurdi, um okkum tørvaði hjálp! Men – vit duga jú at lappa. Tað krevst, fyri at súkkla so langar túrar. Slangan varð stappað innaftur, pumpað, — men zzzzzsssss. Har var ikki tætt. So prajaði eg eitt par, sum kom sama veg. Um tey vistu, hvar vit kundu fáa hjálp?

Tey vóru skjót at steðga, hann kom, hugdi at støðuni, tók hjólið av, slanguna úr, hugdi eftir tí, vit høvdu gjørt, meðan eg greiddi frá, hvat og hví. Eina nýggja slangu, helt hann. Niðast í súklutaskuni hjá sær fann hann eina, sum passaði. Lítla løtu aftaná var hjólið ísett, væl pumpað, so segði hann okkurt við konuna, sum kom við nýggjum lappigreiðum, og áðrenn vit vistu av, hevði hann tikið ótætta lappan av gomlu slanguni og sett nýggjan á. Reservað, helt hann fyri. Kanska vóru vit eitt sindur flov, vildu sjálvandi gjalda. Men – nei takk! Og góða ferð!

Var tað ein eingil? Eg mátti spyrja, hvaðani hann var, tí eg skilti hann so illa. Úr München, flenti hann, tá hann var liðugur at lappa.

Ein eingil? Vit lesa nógvastaðni í Guds orði um, hvussu einglar verða sendir at hjálpa Guds børnum í neyð. Ikki so at skilja, at eg vil sammeta okkara punkteraðu støðu við til dømis, tá ápostlarnir sótu fongslaðir í Jerusalem, og ein eingil varð sendur at lata upp dyrnar fyri teimum. Men – okkum tørvaði hjálp fyri at koma víðari hendan leygardag seinnapart langt frá húsum!

Í øllum førum virkaði hetta parið sum einglar fyri okkum! Aftaná tosaðu vit um, um vit høvdu gjørt tað sama? Brúkt tíð, kreftir og tilfar til fremmand fólk? Ella høvdu vit peikað og greitt frá, hvar tey kanska kundu fáa hjálp og ynskt teimum alt tað besta?

Vit eru samd um, at vit fegin vilja gera sum hesi! Einglar í mannalíki? Ja, tí tey gjørdu einglagerð, og vit takkaðu hjartaliga Gudi fyri tey!

Fyri okkum er Süd Thüringen eitt øki, har tað er sera gott at ferðast. Tí aftrat tí vøkru náttúruni, er fólkið so sera hjálpsamt! Kanska kunnu tú og eg, vit øll saman, gera tað soleiðis, at fremmandafólk kunnu gleðast um, ikki bara okkara vøkru náttúru, men eisini tað fyrikomandi, hjálpsama fólkið? So at kanska onkur eisini kundi takka Gudi fyri okkum? Tað hevði verið stuttligt!