Vegetarar í rættin:

Kommunur og landspartar hava sært mannarættindini hjá borgarum við ikki at borðreiða við veganskum eller vegetariskum rættum, heldur vegetarfelagið. Men fyri at verða vardur og umfataður av mannarættindunum, so er tað avgerandi, at kostvalið hjá órættaða peikar á eina menniskjafatan, vísir serfrøðingurin á.  

Er veganisma ein lívsstílur ella ein menniskjafatan, ið kann javnsetast við trúgv?

Hesin spurningur er vorðin viðkomandi eftir at Dansk Vegetarisk Forening hevur stevnt tvær kommunur og tveir landspartar vegna fleiri borgarar.

Sambært stevningini eru borgarar vorðnir útsettir fyri mismuni á sjúkrahúsum ella á dagstovnum, tí tey ella børn teirra ikki kundu fáa máltíðir uttan animalska matskrá og ikki høvdu aðrar møguleikar enn sjálvi at taka mat við.

Tað er sakførari, Dorthe Kynde Nielsen, ið skal flyta málið vegna Dansk Vegetarisk Forening og familjurnar, og her fer hon at vísa til mannarættindsáttmálan og ólógliga mismunin, ið er farin fram í málunum á dagstovnunum og sjúkrahúsunum.

“Vit hava longu nú praksis, ið vísir, at her er talan um mismun av órøttum, um ikki tú fært bjóðað sjúkramat við støði í tínum átrúnað. Og eins og tú hevur rætt til at fremja tín átrúnað, so hevur tú eisini rætt til at fremja tína sannføring sum veganari ella vegetarur uttan, at tað verður gjørdur mismunur av tí almenna,” heldur Dorthe Kynde Nielsen.

Men fyri at verða vardur av mannarættindunum, so er tað avgerandi, at kostval hins órættaða er grundað á eina menniskjafatan, greiðir Maria Ventegodt, løgfrøðingur og ph.d. frá Institut for Menneskerettigheder.

Maria Ventegodt, Institut for Menneskerettigheder

”Ein dómstólur skal fyrst taka støðu til, um her er talan um eina samanhangandi og álvarsama sannføring, ella hvørt tað bert snýr seg um, at tú betur dámar veganskan mat, tí tú heldur tað vera sunt ella hava ein góðan smakk. Við øðrum orðum hevur tað stóran týdning, um talan er um etiska veganismu ella ei. Harnæst skulu dómstólarnir meta, um tað er rímiligt, at kravt verður av myndugleikunum, at teir skulu borðreiða serligan mat fyri borgarunum,” sigur Maria Ventegodt.

Umframt spurningar um mannarættindi, reisa málini eisini etiskar spurningar, sigur Morten Bangsgaard, limur í Etisk Råd:

Morten Bangsgaard, Etisk Råd

”Hetta reisir spurningin, hvussu nógvan ymiskleika, vit kunnu rúma í felagsskapinum. Tá tú sendir tíni børn á dagstovn, so lærir tú tey eisini at gerast partur av einum felagsskapi. Men nakrar av umrøddu málunum her staðfesta eina individualisering og eina samleikagerð, ið gevur tað øvugta úrslitið. Tað skapar ymiskleika,” sigur Morten Bangsgaard, og leggur afturat:

”Hetta krav uppá ymiskleika og persónlig rættindi kann í síðsta enda forkoma felagsskapinum og vælferðsamfelagnum, tí tað er ikki vist, at vit fara at kunna bera tað í longdini,” sigur hann.

Krevur endurgjald uppá 25.000 krónur

Millum tey órættaðu er Mette Johannsen, sum í 2020 varð innløgd við graviditetstrupulleikum á Hvidovre Hospital:

“Eg varð innløgd klokkan 18, men mátti einki eta, fyrr enn mínar kanningar vóru lidnar seks tímar seinni. Tá eg so loksins kundi eta, gjørdi eg starvsfólki vart við, at eg livdi veganskt, men tey greiddu mær frá, at tey ikki høvdu veganskan mat,” sigur Mette Johannsen.

Stívar tólv tímar seinni kom starfólkið inn við smyrjibreyði við livurpostei, ið hon vegna sín veganska lívsstíl ikki kundi eta. Tá Mette Johannsen nakrar vikur eftir hetta lá á føðigongini á Hvidovre Hospital í tríggjar dagar, kundi hon ikki enn fáa ein sunnan veganskan rætt at eta.

Nú vónar hon, at málið kann hava við sær, at landsins sjúkrahús loksins fara at innføra møguleikan fyri, at sjúklingar kunnu fáa eina máltíð uttan animalska vøru:

“Matpakki er jú ikki nakar møguleiki fyri tey, ið verða innløgd akutt, og tú veitst heldur ikki altíð, hvussu leingi tú verður innlagdur,” sigur Mette Johansen.

Dansk Vegetarisk Forening krevur endurgjald til Mette Johansen upp á 25.000 krónur.

Heldur ikki allir dagstovnar taka atlit til veganskan ella vegetariskan lívsstíl. Hetta sigur Mia Kjær Brinkmann, sum í fleiri ár hevur livað sum vegani, og hvørs dóttir hvørki kundi fáa borðreitt við einum veganskum rætti ella taka við sær egnan matpakka í dagstovninum í Jammerbugt Kommune, har hon hevur fingið tillutað pláss.

“Eg eri sjálv uppæld at eta vanligan danskan mat, men eg havi upplivað, at tað gott kann lata seg gera at liva eitt lív uttan at eta animalskar rættir. Tað snýr seg um, at vit sum familja ikki vilja góðtaka, at man sum samfelag setir djór í heimin fyri seinni at gagnnýta tey og nýta tey sum kjøt,” sigur Mia Kjær Brinkmann, sum endaði við at finna ein privatan dagstovn, ið fegin vildi bjóða dóttir hennara veganskan mat.

Eisini til familjuna Kjær Brinkmann krevur Dansk Vegetarisk Forening endurgjald upp á 25.000 krónur.

Vónar at avgerð skapar fordømi

Við samanlagt fýra stevningum vónar Dansk Vegetarisk Forening at fáa dómstólarnar at staðfesta, at tað er ein mannarættindur at kunna fáa veganskan ella vegetariskan mat í almennum køkum.

“Í Danmark hava vit gott 180.000 vegetarar og 45.000 veganarar og hetta tal er alsamt vaksandi. Hetta merkir eisini, at alsamt fleiri borgarar koma í rasshaft á teim sjúkrahúsunum og dagstovnunum, ið ikki taka atlit,” sigur Rune-Christoffer Dragsdahl, aðalskrivari í Dansk Vegetarisk Forening.

Hann greiðir frá, at Dansk Vegetarisk Forening hesi seinastu 10 árini hava havt eitt samskifti við einstakar stovnar um møguleikan fyri at bjóða veganskan og vegetariskan mat:

“Onkrir teirra vóru jaligir, aðrir ikki,” sigur Rune-Christoffer Dragsdahl.

Síðan hevur Dansk Vegetarisk Forening virkað fyri at fáa eina politiska greiðing, um almennir køkar skulu taka atlit til átrúnaðarligan sjúkrakost og kost fyri ovurviðkvæmi:

“Løgmálaráðið hevur váttað tað, sum fleiri dómar í Evropeiska Mannarættindadómstólinum hava viðurkent: Nevniliga at vegetarar og veganarar eru umfataðir av grein 9 í Mannarættindasáttmálanum, ið snýr seg um at kunna liva sambært sínum átrúnaði og sannføring. Ráðið hevur tó sagt, at tað fer at verða tengt at tí einstaka málinum, hvørt tú hevur rætt at fáa í boði vegetariskan ella veganskan mat í almennum køkkum,” sigur Rune-Christoffer Dragsdahl.

Dansk Vegetarisk Forening varð av Institut for Menneskerettigheder viðmælt at royna einkultmál í donskum dómstólum fyri at kunna fáa eina avgerð, ið kann vinna forrætt, greiðir Rune-Christoffer Dragsdahl frá.

Rættarmálini eru stuðlað av fleiri enn 1300 borgarum, ið samanlagt hava donerað umleið 450.000 krónur til at dekka útreiðslurnar at føra hetta málið. Kristelig Dagblad: Niels Hein

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina