Verðið fyltir av Andanum

Um tað, sum hendi við ápostlunum hvítusunnudag skrivar Lukas soleiðis: “Og teir vórðu allir fyltir av hinum Heilaga Anda og tóku at tala á øðrum tungumálum, eins og Andin gav teimum at mæla” (Áps 2,4).

Til tey kristnu í Efesus skrivar Paulus: “Og drekkið tykkum ikki druknar í víni, sum førir óflýggjaskap við sær; men verðið fyltir av Andanum, so at tit tala hvør til annan við sálmum og lovsongum og andligum ljóðum og syngja og leika í hjarta tykkara fyri Harranum, og altíð siga Gudi og Faðirinum tøkk fyri allar lutir í navni várs harra Jesu Krists” (Ef 5,18-20).

Hesi bæði bíbliuversini snúgva seg um at verða fyltur av Andanum. Í Jerusalem vóru andsfylt menniskju, sum boðaðu evangeliið. Í Efesus ynskti Paulus sær eina meinigheit av andsfyltum kristnum.

Hesi eru boðini enn í dag: Verðið fyltir av Andanum! Men hvat merkir tað at verða fyltur av Andanum? Hvat eyðkennir ein andsfyltan kristnan?

LES EISINI  Hvussu verður eitt menniskja føtt av nýggjum?

At verða fyltur av Andanum merkir ikki, at tú fært meira av Heilaga Andanum, men at Heilagi Andin fær meira av tær.

Heilagi Andin er ikki ein ópersónlig kraft. Heilagi Andin er heldur ikki sum eitt hav hjá Gudi. Um so var, hevði tað at verðið fyltur av Andanum merkt, at vit framvegis kunnu fáa meira og meira av Andanum.

Heilagi Andin er ein persónur. Hann kann ikki býtast sundur. Antin hevur tú Heilaga Andan, ella hevur tú hann ikki.

Men lív títt er eins og eitt hús við mongum rúmum: Tankarnir í kjallaranum. Orðini á fyrstu hædd. Gerðirnar á aðru hædd. Og hugburðurin á loftinum.

Heilagi Andin vil sleppa at búgva í hesum húsinum. Hava atgongd til øll rúmini. Reinsa tey. Fylla tey. Seta sín dám á tey.

At verða fyltur av Andanum, er at geva Heilaga Andanum atgongd til øll rúmini í lívinum!

At verða fyltur av Andanum merkir at vera undir valdi Andans.

LES EISINI  Hvussu lesur tú?

Paulus samanber vín og Anda. Hann sammetir tað at verða fyltur av Andanum við at vera drukkin av víni. Eitt drukkið menniskja er undir valdi av alkoholinum. Tað oyðileggur bæði hugsanir og tamarhald. Tað ávirkar bæði fet og munn. At vera drukkin av víni førir bara til óflýggjaskap. Heilagi Andin vil skapa eitt nýtt lív við nýggjum og sunnum holdningum. Andin vil seta sín dám á bæði fet og tungu. Ein kristin verður eitt tempul hjá Heilaga Andanum.

At verða fyltur av Andanum merkir, at ein gerst eitt menniskja í yvirflóð.

Ein andsfyltur kristin hevur altíð okkurt gott at geva sínum umhvørvi. Hann hevur altíð okkurt at geva øðrum.

Hvítusunnudag byrjaðu ápostlarnir at boða evangeliið. Andin gav teimum orðini! Í Efesus gerst úrslitið av Andans fyllu ein felagsskapur, har tey trúgvandi altíð hava okkurt at geva hvør øðrum. Nøgdsemi og takksemi setir sín dám á teirra viðurskifti við Gud.

Hesum hava vit tørv á eisini í dag. Tí eru boðini so týdningarmikil: Verðið fyltir av Andanum!

LES EISINI  Halda fast við játtingina

 

Til umhugsanar…

Andans fylling er Orðsins fylling

Samanber Ef 5,18-20 við Kol 3,16-17

Hvat sigur hetta um viðurskiftini millum Guds Anda og Guds Orð?

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Torfinn Jacobsen týddi.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina