Verður øll Bíblian boðað hjá tykkum?

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Hetta kann møguliga tykjast sum ein løgin spurningur, og tó, so er hann sera viðkomandi.
Flestu missións- og meinigheitshús hava ta skipan, at tann, sum hevur sunnukvøldsmøtið, sum oftast sjálvur avger hvønn tekst, hann velur. Soleiðis hevur tað jú verið í flestu bygdum, síðani møtini byrjaðu.
Tað er gott, at talarin við opnari bíbliu, í bøn til Guds, fær ein tekst at tosa yvir og ger tað við dirvi. Jesus segði jú: “Tí at hvør tann, ið biður, hann fær”. Tí er tað umráðandi, at henda skipan verður varðveitt, so Gud fær lagt talarunum sítt æviga og altíð viðkomandi orð í hjarta og á varrar.
Samstundis mugu vit siga, at tað kortini er vandi fyri, at nakrir (væl dámdir) tekstir koma at ljóða aftur og aftur innanfyri avmarkaða tíð. Munnu ikki fleiri hava upplivað tað?
Kann tað vera, tí talarar “sjálvir” valdu tekstin?

Skipaða undirvísing
Tí er tað óivað neyðugt at minna stýrini fyri missións -og meinigheitshúsini og tey, sum annars skipa fyri møtum, á, at tey ikki einans hava ábyrgd fyri, at møtini eru, men eisini fyri at boðanin verður fjølbroytt, bíbilsk, og at “alt” Guds orð verður boðað.
Sjálvsagt hava talararnir sjálvir eisini ábyrgd fyri at koma “runt” í bíbliuni.
Á bíbliutímum um landið verða tíbetur tekstir og evnir tikin upp, sum annars ikki eru nógv at hoyra á sunnukvøldsmøtunum. Kanska skal hetta eisini ljóða sunnukvøldini.

Skal “øll” Bíblian boðast, eisini teir sannleikar, sum truplir eru at siga, boða og góðtaka, er óivað neyðugt at geva talarum ávís evnir ella tekstir av og á.

Tí kundi eitt hugskot verið, at nøkur møtir (2-4) árliga vóru evnismøtir, har eitt bíbilskt evni ella ein ávísur tekstur varð gjøgnumgingin. Aftaná kundu áhoyrararnir sett spurningar til talaran ella verið deildir upp í bólkar, har tosað varð um nakrar spurningar um evnið.
Kanska kundi løtan endað við felags nátturða, tí flestu eta kortini, tá tey koma til húsa.
Hetta hevði skapt eina fjølbroyttari boðan og styrkt felagsskapin bæði andliga og handaliga.

Góð avbjóðing
Samstundis er hetta ein góð og neyðug avbjóðing hjá talarum, so teir mugu seta seg væl inn í ávís evnir og tekstir, sum teir møguliga annars ikki høvdu gjørt.
Skal hetta eydnast, mugu tey, sum hava ábyrgd fyri boðanini, leggja eina “langtíðarætlan”, har hesi evniskvøld verða løgd inn í. Samstundis mugu talararnir biðjast í góðari tíð, so teir kunnu fyrireika seg. Hetta vil menna bæði talarar og áhoyrarar.

At lesa og grunda yvir alt Guds orð, boða tað og gera eftir tí, er altíð av alstórum týdningi.
Trivnaður og vøkstur hjá tí einstaka kristna og hjá kristna felagsskapinum er tengdur at hesum.
“Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni”, sigur Dávid, og nevnir tann sanna kristna, sum: “hvørs hugur stendur til Harrans lóg(orð) og yvir lóg hans grundar dag og nátt.
Hann er eins og træið, plantað við áarløkir, ið aldin gevur í tøkum tíma, og hvørs leyv ei følnar; alt ið hann ger, honum eydnast skal”.
Í hesum sambandi skal eisini nevnast, at ynskiligt og neyðugt er eisini at síggja fleiri fólk, eisini fólk, sum vitna um Jesus, koma á møtir við bíbliu í hond og nýta hana undir møtinum.
Bíbliuorðið er jú høvuðsrættur í lívi hins kristna.
Mannahugsan, tíðarprát og tíðartrend hava jú stóra ávirkan á fólk – eisini Guds fólk.
Tí má Guds fólk styrkja seg við Guds orði og anda.
“Inn í orðið, fylt av orðinum og út við orðinum,” var eitt slagorð hjá einum bíbliuskúla.
Tað er eitt gott slagorð hjá øllum kristnum og hjá øllum kirkjuliðum.

Góðar fyrimyndir
Jesus segði einaferð: “Tit fara villir, av tí at tit hvørki kenna skriftirnar ella Guds mátt”.
Tað ræður um at kenna bæði – tí søgan kann endurtaka seg.
Í skilnaðarrøðu síni segði Paulus: “Tí at eg bar meg ikki undan at boða tykkum alt Guds ráð”.
Hetta má eisini liggja prædikufólki og teimum leiðandi á hjarta – til allar tíðir. Tað mest umráðandi í boðanini til børn, ung og vaksin, er:
“Um einhvør talar, tá tali hann sum Guds orð” (1 Pæt 4,11).