Vígslutalan av Missiónshúsinum Bethaniu
Her er vígslutalan, sum Ovi Brim, próstur, helt, tá nýggja missiónshúsið í Gøtu varð vígt sunnudagin.
VÍGSLA AV MISSIÓNSHÚSINUM BETHANIU Í GØTU 15. FEBRUAR 2026
Heilsan!
Háttvirda samkoma! Kæru Kristi vinir!
Tað er okkum øllum ein stór gleði, tá ið vit í dag umsíðir víga og taka nýggja Missiónshúsið Bethania í nýtslu! Hetta er av sonnum stórhending fyri bygdirnar her, fyri missiónina – og fyri Jesu Krists kirkju. Og lat tað verða sagt beinanvegin, at Jesu Krists sanna kirkja altíð er í missión, tí Jesu Krists lærusveinar, kvinnur sum menn, verða av Guds anda og orði kallað til at leiða til frelsaran Krist. Soleiðis hevur verið, líka síðani boðini um læru, dóp og missión á fyrsta sinni ljóðaðu: Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa í hinum trýeiniga Guds navni og læra um Harran Jesus Krist. Og lyftið til Guds kirkju í missión er, at Jesus sigur: eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.
—
Guds søk og arbeiðið í kirkju okkara, grundað á Guds orð.
Tíðliga í 1924 er soljóðandi lýsing at lesa í Dimmalætting nakrar ferðir:
“Her i Gøte har vi længe følt savnet af et lokale, hvor vi kan samles om Guds ord, da vi nu må leje lokale hver gang et møde skal afholdes.
Vi har derfor nu begyndt at arbejde på at faa et missionshus bygget. – Som et led i bestræbelserne, agter vi, med forventet tilladelse at afholde en bazar til fordel for nævnte missionshus i slutningen af maj. Vi henvender os herved til venner af Guds sag og arbejdet inderfor vor kirke rundt omkring på Øerne, og beder dem give en gave stor eller lille til denne gode sag!”
Gávur, stórar ella lítlar, kundu latast 50 kvinnum her í økinum. Nøvn teirra kenna vit. Basarurin varð hildin Kristi Himmalsferðardag í 1924, og hevur talan av sonnum verið um kirkjuliga hátíð henda dagin seint í mai. Byrjað varð við gudstænastu kl. 12.00 við sóknarprestinum, og seinnapartin varð eitt sokallað “friluftsmøde” hildið, har missionerar og fleiri leikmenn talaðu. Seinni hevur so basarurin verið.
Missiónshúsið Bethania varð vígt og tikið í nýtslu 11. januar 1925, og hevði missiónsarbeiðið sítt tilhald her, fram til aldarmótið 2000 tá arbeiðsgreinarnar so við og við fluttu niðan um vegin.
Velji at byrja her – ikki einans, fyri at lýsa eina byrjan, eitt dirvi og ein eldhug – men eisini, tí at hesi orð so væl lýsa hvat missiónsarbeiðið er og ger.
Staðfest verður nevniliga, at ynskið er at hava eitt stað, til at savnast um Guds orð. Ynski er at hava møtir, soleiðis at menniskju skulu savnast um tað, sum er til lív og frelsu – og tí ljóðar áheitanin á vinir, ið – leggið til merkis orðavalið – stuðla Guds søk og arbeiðinum í okkara kirkju runt landið.
Guds søk og arbeiðið í kirkju okkara, grundað á Guds orð. Hetta kundi tað sama verið yvirskriftin yvir hesum staði. Samanrenningin er ikki av tilvild. Her skuldu fólk, gerandis sum heilagt, hava høvi til at grunda yvir Guds orð, og soleiðis fáa at kenna Guds vilja og fáa styrki til tænastu fyri Harran Krist. Sælur – hjartans eydnuríkur – er tann, sum grundar yvir Guds orð dag og nátt!
Á møti og sunnudagsskúla, í barnaarbeiði og bíbliubólkum, við bíbliutímar, bønarmøtir og í kristiligum sangkórum hevur missiónsarbeiðið í góð 100 ár lívgað um kirkjuliga lívið á staðnum. Embætis míns vegna, sum sóknarprestur í økinum, vil eg tí bera tykkum øllum, sum í missiónsarbeiðinum eru virkin og hava tikið tøk, eina hjartans tøkk.
—
Bethania er staðið – í bíbliuni, nú og í tíðini sum kemur
Tað er í Bethaniu at tingini henda! Bæði í bíbliuni, í dag – og bønin er, at soleiðis verður eisini í tíðini sum kemur.
Missiónshúsið Bethania hevur navn sítt eftir heimbygdini hjá teimum Martu, Mariu og Lasarusi. Um Bethaniu verður sagt, at bygdin lá nærhendis Jerusalem. Hagar leitaði Jesus sær mangan, bæði tá ið hann var ávegis til Jerusalem og tá ið hann hevði tørv á friði eina løtu.
Missiónshúsið Bethania her við Gøtugjógv skal eisini verða ein staður, nærhendis Jerusalem – hinum æviga. Vit eru enn ikki komin á mál, og hava tí tørv á at leita okkum higar til tess at rinda okkum møðina, finna Jesu Krists frið, sum ber av øllum viti og styrki til ferðina heim, alt meðan vit bíða eftir hinum nýggja Jerusalem. Í Missiónshúsinum Bethaniu, skal himmalski gluggin verður latin upp, so vit her fáa at síggja frelsaran Jesus, sum er setstur við Guds høgru hond.
Tað er í Bethaniu, at vit hitta fyrimyndirnar báðar, Martu og Mariu. Gestablíða Marta, sum tekur ímóti Jesusi og sum vil tæna honum við øllum tí, sum hon er, og róligu Mariu, sum tekur sæti við Jesu føtur, og dvølur við hansara vælsignaðu orð. Her í Bethaniu við Gøtugjógv er okkum givið høvi – fyrst at velja hin góða lutin, sum er at sita við Jesu føtur, og hoyra hansara livssæla orð. Tað er, at vit her fáa at síggja, at Jesu blóð reinsar frá allari synd.
Bøn mín er, at tað arbeiði sum her fer fram, fyrst og fremst undirstrikar Harran Jesus sum frelsara fyri okkum øll, og soleiðis sendir okkum út í tænastu fyri hann sum tænti okkum. Gud gevi, at Harrin við orði sínum og anda her letur upp trúareygu okkara, og at vit soleiðis verða gjørd út til tað virkni, ið Marta eisini stóð í – at tæna Kristi.
Í Bethaniu var tað at Maria nýtti vælangandi og dýrt nardyssmyrsl, salvaði Jesu føtur og turkaði við hári sínum. Jesus hevði vakt í henni slíkt álit, slíkt takksemi, at ikki bar til annað, enn at tæna honum. Mátti Harrin Jesus her staðið klárur fyri eygum okkara, so at vit av nýggjum geva lív okkara og alt, sum vit eru, í hansara hendur og tæna honum eina.
Tí vit hava fingið ein dýrgrip uttan sín líka at bera okkara fólki. Ein dýrgrip, sum tey eisini fingu at síggja í Bethania á sinni. Lasarus var deyður, ja, lá longu og dampaði, sum tað verður sagt. Harmljóð ljóðaði í bygdini: Harri, hevði tú verið her, tá var bróður mín ikki deyður. Í Bethaniu er loyvt at venda sær til frelsaran Krist – eisini við tí sum bagir. Í Bethaniu er loyvt at seta spurningar, sum vit ikki kenna svarið á.
Bethania er staðið, har vit kunnu venda okkum til Harran Jesus við øllum, og av honum fáa at hoyra vakrastu lívstónar; hesar sum ganga tvørturum øll tey mørk, ið vit annars kenna. Jesus sigur við grátandi Mariu: «Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr; og hvør tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja; trýrt tú hesum?» Í Jesusi finst sjálv uppreisnin av deyðum og vónin um ævigt lív. Í Missiónshúsinum Bethaniu skal henda vón berast fólki okkara. Ein vón, sum setir ígjøgnum, eisini tá ið sorgin og mótburðurin ger um seg.
Marta var spurd: Trýrt tú hesum? Sami spurningur skal ljóða í Bethaniu her við Gøtugjógv. Her skal Guds frelsa verða málað fyri eygum okkara, ið higar leita. Her skal Guds gleðisboðskapur birta ljós og frið hjá okkum syndatyngdu. Her skal gerast greitt, at einasta bjarging frá ævigari glatan er Harrin Jesus Kristus, sum er vegurin, sannleikin og lívið. Her mega vit tí verða spurd: Trýrt tú hesum? Eigir tú henda grip – frelsu sálanna, ella vilt tú framvegis klára teg sjálvan uttan frelsaran?
Í Bethaniu varð hin deyði Lasarus kallaður til lívs aftur. Gud gevi, at tað eisini í hesari Bethaniu má ljóða eitt kall til ævigt lív. Tað ger tað, so leingi vit læra um Harran Jesus Krist, Guds frelsuætlan og frelsuvilja við hvørjum menniskja – tí at hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg, hin eina, sanna Guð, og tann, sum tú sendi, Jesus Krist.
Tað er í Bethaniu at tingini henda! Gud gevi okkum ta náði, at tey eisini fara at henda her í ókomnum døgum!
Sáa og væta, tað kunna vit eina,
lær okkum, Harri, at duga tað væl;
vøkstur og signing er títt verk aleina,
Harri, tín skaparhond virka tað skal!
Carsten Fonsdal Mikkelsen




