Virðisvarðin

Signar á Reynatrøð

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Gamalt var at leggja ein stein oman á varðan, tá ið gingið varð fram við honum, tí tað hevði stóran týdning, at varðin altíð stóð uppi. Uttan iva vóru fólk samd um, hvat sermerkti ein varða í mun til skap, stødd, rúmd og endamál. Ja, fólk dugdu at laða varðar, fylgja teimum og “byggja á” ella “leggja afturat”, har tað var natúrligt og neyðugt.

Vegvísari

Varðagøturnar eru fjølbroyttar, og ikki er langt millum varðarnar millum bygdir. Varðin er ein tryggur og góður felagsnevnari og vegvísari fyri øll tey, ið ganga eftir varðagøtum. Ikki er neyðugt at bróta niður varðan fyri síðan at byggja hann upp aftur av nýggjum. Varðin stendur tryggur á sínum grundarsteini og kennir sítt endamál. Hann er ein góður vegvísari í mjørka.

Endalyktin

Eins og varðarnir eru vegvísararar, so er hetta eisini galdandi fyri menniskju. Tú kennir óivað onkran vegleiðara, ella tú minnist onkran, ið longu er farin um sýn við endalyktini. Vegleiðarar, ið m.a. lærdu yngra ættarliðið um søgur og hendingar í bíbliuni. “Minnist til vegleiðarar tykkara, sum hava talað Guds orð til tykkara; lítið at endalyktini á ævi teirra, og fylgið so trúgv teirra eftir!” (Heb. 13,7)

Virðisvarðin

Sostatt kendu flest øll børn í Føroyum, ung og vaksin til “steinarnar” í virðisvarðanum. Hetta gjørdi tað munandi lættari at byggja á og læra meira um bíbliusøgurnar um Ádam og Evu og kunnskapartræið, patriarkarnar, Nóa og ælabogan, Móses og steintalvurnar, Jósef og brøðurnar, Sálomon og drotningina av Saba, tey fýra evangeliini, Mariu, Martu og Lásarus o.sfr. Mjørkin og varðarnir vóru í sjálvum sær ikki ein trupulleiki, og tí bar til at leggja afturat virðisvarðanum.

WWJD

Sama var galdandi fyri hann, sum elskar øll og gjørdi alt væl. Hvør kendi ikki til sunnudagsskúlasøgurnar um Jesu lív og læru? Frelsarin, sum grøddi sjúk, vakti deyð aftur til lívs og mettaði túsundtals menniskju við fimm breyðum og einari greipu. Hann, sum legði stóran dent á líknilsi um hin miskunnsama samáriubúgvan, burturfarna sonin, tær tíggju brúðarmoyggjarnar, ríka mann og Lásarus, báðar húsasmiðirnar, smala og breiða vegin í mun til ævinleikan o.sfr. But What Would Jesus Say Today?

Hornasteinurin

Í dag eru nógvir ivasamir varðar, ið peika í ymsar ættir eftir fremmandum gøtum og gudum. Hetta rótloysi nívir mít hjarta og vekir mína undran. Men Gud havi lov fyri, at tað enn eru nøkur, ið halda seg til hin sanna vegvísaran, kenna vegleiðaran og hava valt at byggja lív sítt á hornasteinin í persónliga virðisvarðanum, sum smiðirnir og mong onnur vrakaðu. (Áps. 4,11)

Grátt

Eg hugsi, at tað er misjavnt, hvussu sær út í mun til virðisvarðan hjá tí einstaka í dag. Gráa líkasælan úr øðrum londum rekur inn yvir okkara oyggjar og hongur køvandi yvir varðagøturnar og fedranna trúgv og arv í mun ljósið eftir gomlu varðagøtunum hjá okkara fólki. “Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni.” (Sálm 119,105). Ábendingar eru um, at tokutámið møguliga ávirkar rákið meira í miðstaðarøkinum í mun til støðuna úti á bygd. Líkasælan sær jú als ongan vanda í mjørka.

Ágangandi bíðirøð

Tað tykist, sum ágangandi bíðirøðin leingist við teimum, sum vraka Jesus sum hornastein. Fleiri og fleiri eru, sum alment seta spurning við Jesu afturkomu og við hansara trúvirði sum grundarlag í lívinum. Sama ger seg galdandi, tá ið Jesus staðfestir skriftirnar og søguligu hendingarnar viðvíkjandi Nóa, konu Lots, Móses og profetunum.

Øðrvísi avbjóðing

Við virðisvarðanum í huga er tað partvís ein nýggj og øðrvísi avbjóðing at møta føroyinginum, eins og útlendinginum, har sum hann er staddur í lívinum. Tað kann nevniliga gerast neyðugt at laða ein virðisvarða upp av nýggjum við støði í Guds orði. Hetta kann taka eina løtu hjá tí einstaka, tá ið eitt ella fleiri ættarlið longu hava sovið í tímanum í mun til gleðiboðskapin! Men tað dugir Jesus, sum er vakin 24/7/365. Hann, sum er hornasteinurin, ljósið og varðagøtan, ið ber á mál.