“Vit eru eitt kristið land”

Jógvan Steintún

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Soleiðis verður mangan sagt. Og ofta verður tað sagt, tá avbjóðingar eru, sum vit uppliva í hesum døgum. Vit uppliva, at siðbundin virðir verða avbjóðaði av fremmandum mentanum og religiónum. Tá sær tað út til, at tað vekir okkurt í fleiri okkara, og okkum leingist aftur til tíðir, har mentanin vit vuksu upp í, var einaráðandi.

Tað eru tvær orðingar, sum liggja tættar, men als ikki eru sambæriligar. Onnur er “kristin mentan” og hin er “kristindómur”.

Soleiðis, sum eg síggi tað, er týdningarmikið, at vit skilja munin á hesum báðum. “Kristin mentan” er tað samfelagið, sum áhaldandi varð til, har kristindómurin var ein stór ávirkan í øldir.

Men “kristin mentan” er ikki kristindómur. Og tí hava “kristin samfeløg og organisatiónir – eisini kirkjur” – gjørt greflig mistøk, sum hava havt syndarliga ávirkan ígjøgnum øldir. Men tað broytir ikki, at kristindómur er Guðs amboð at røkka menniskjuna.

“Kristindómur” er boðskapurin um Guð, sum sendi son sín Jesus at doyggja fyri syndir okkara. “Kristindómur” verður givin okkum ígjøgnum Guðs orð. Og her hevur týdning, at vit gera mun á tveimum øðrum útsøgnum: “Bíblian er Guðs orð til menniskjuni” og “ Bíblian er menniskjunnar orð um guð”.

Í tí seinna verður gingið út frá, at nøkur menniskju hildu seg hava brúk fyri einum “gudsbegrebi” – av ymsum ikki serliga borðbarum orsøkum, sum t.d. eitt maktamboð – og so skaptu tey hann. Tvs menniskju hava skapt guð.

Men kristindómur er tað fyrra. Kristin fólk trúgva, at Guð var í upphavi. Guð skapti menniskjuna og Guð gav okkum Bíbliuna, ígjøgnum eina áhaldandi tilgongd, har menn, undir Andans leiðslu, upp ígjøgnum øldirnar, skrivaðu hana. Síðanin fóru hesar skriftir ígjøgnum eina útveljingar tilgongd, har avgjørt var, hvussu hon endaliga skuldi síggja út. Tvs at Bíblian er Guðs orð til menniskjuna.

Og tað, sum vit halda um hesar útsagnirnar, ger av, hvussu vit hugsa. Halda vit, at Biblian er ein góð mentanarlig bók, ein bók, sum hevur týdning, men ikki meira enn tað, ja, so – hóast vit eru uppvaksin í einari kristnari mentan – ber væl til hjá okkum, at taka avgerðir, smíða lógir, sum ganga beint ímóti tí, sum Bíblian lærir. Tá ber til at síggja burtur frá tí, sum provokerar egnar tráðanir. Tí tá eru Guð og Orð hansara ikki hægsti instansur, men vit menniskju.

Men halda vit, at Bíblian er Guðs orð til okkara – hóast vit ikki til fulnar skilja alt – Ja, so er innstilningurin fundamentalt øðrvísi: Tá søkja vit Guð, fyri at hansara standardur skal vera ráðandi í lívi okkara. Tá ynskja vit, at lógir og reglur í landi okkara og harvið lívi okkara skulu sampakka við vilja Guðs. Tá viðurkenna vit, at vilji Guðs er tað besta fyri okkum. Og har, sum hugur og tráðanir í okkum fara beint ímóti tí, sum Bíblian lærir, ja, har royna vit so efitr førimuni at søkja vilja Guðs, og ynskja, at hann broytir okkara vilja, heldur enn øvugt.

Og er tað hetta, sum vit ynskja, ja, so slepst ikki undan, at ymiskt, sum kemur upp, sum “tað, sum mann í dagsins samfelagi ger”, (sum vit viðhvørt nevna tíðarandin), er í andsøgn við trúgv okkara og harvið praktiska lív okkara.

Og ofta verður sagt um menniskju, sum hava eitt fundament, sum tey byggja lív sítt á, at tey eru “fundamentalistar”. Um tað er kriteriið, ja, so eri eg ein teirra. Men vanliga hava menniskju eitt fundament í lívinum. Tað veldst bara um hvat.

Men í “kristnu mentan” okkara, verður mangan ikki hildið, at tað er neyðugt, at vit fylgja Guðs standardum. Og tá missa vit tað akkerið, sum Bíblian er givin okkum at vera. Tá fylgja vit okkara íbornu lystum og girndum, sum eisini trúgvandi kristin fólk mangan kenna sviðan av. Tí Bíblian lærir okkum, at vit, hóast skapt í Guðs mynd, eru ein fallin skapningur, har syndin, óuppgjørd, hevur fatalan týdning.

Og tí er neyðugt, at kristni boðskapurin áhaldandi verðu boðaður, eisini í einari “kristnari mentan”, sum okkara.

Á Kvíggjarheyggi
Jógvan Steintún

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina