Vit eru systkin

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Nú nærkast vit páskum, har vit minnast hæddarpunktið í Guds frelsuætlan – at Jesus tók á seg straffina fyri okkara syndir. Vit kristnu eru samd um, at Jesu verk er nóg mikið til at frelsa øll menniskju – ongin undantikin. Tey, sum siga nakað annað, verða vanliga ikki roknað fyri at vera kristin.

Í Seinna Korintbrævi 5,19 lesa vit, at í Kristusi, gjørdi Gud heimin sáttan við seg. Tað vil siga, at Jesus hevur goldið fyri øll. Harvið kunnu vit siga, at sáttargerðin er almenn.

Hóast sáttargerðin er almenn, so verða øll ikki rættvísgjørd. Í Rómverjabrævinum 5,1 og 2 skrivar Paulus, at vit verða rættvísgjørd við trúgv, og at við trúgv fáa vit atgongd til náðina.

Vit kunnu siga, at sáttargerðin er almenn, men rættvísgerðin persónlig.

Eg haldi, at øll kristin eru samd um sáttargerðina, men vit hava ymiskar frágreiðingar uppá, hvat hendir, tá vit verða rættvísgjørd. Tað sær út til, at Bíblian lýsir rættvísgerðina frá ymiskum vinklum og at vit megna ikki at fáa samlaðu myndina. Ymisku svarini uppá torførar spurningar, gera, at vit hava tað best saman við teimum, sum vit eru mest samd við. Tí er tað skilagott, at ymiskir kristnir trúarrætningar eru atskildir.

Tey ungu skipa fyri nøkrum tvørkirkjuligum tiltøkum, sum tey kalla “vit eru systkin”. Eg haldi, at talan er um eitt gott hugskot! Tað ber væl til at standa saman um tað, sum man hevur í felag.

Tað ber væl til at vera saman um at tilbiðja Gud og at útpensla tað, sum Jesus hevur gjørt. Tað er eisini møguligt at standa saman í etiskum spurningum. Men tað kann lættliga geva órógv, um ymiskar trúarlærur verða fløktar saman.

Eg haldi, at trúarlæra hevur týdning. Tí rokni eg ikki við, at tað ber til at verða ein sunnur kristin, um ein skal síggja burtur frá øllum tí, sum ósemja er um. Tá er tað betri, um allir partar eru tilvitaðir um egna læru, fyri síðan bara at kunna vera saman um felags mál.

Tí vil eg mæla øllum til at lesa samleikaskjalið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

Christian Joensen, Saltangará