“Vit mugu ikki krossfesta skeivan persón”

Torleif Johannesen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Orðini eigur Føroya løgmaður, Aksel V. Johannesen. Tey eru søgd í samband við meirnýtslu av peningi, tá miðnámsskúlin Glasir í Havn skuldi gerast liðugur.

Tað er skeivt at krossfesta skeivan persón. Tað hevur tað altíð verið, og tað kemur tað altíð at vera. Kortini er tað hent í søguni, og óivað fleiri ferðir.

Dømið, sum fyrst rennur mær til hugs, er útvið 2000 ára gamalt. Teir, sum kravdu hann til dóms, funnu følsk vitni fram, men kundu kortini ikki fella hann. Umleið 740 ár frammanundan varð sagt um hann: “Hann hevði ongan órætt gjørt og svik vóru ikki funnin í munni hans”. Sjálvur segði hann: “Hvør tykkara kann siga meg sekan í nakrari synd?”

Kortini varð hann dømdur til deyða, eftir útsøgn um seg sjálvan. Veikir leiðarar góvu hann yvir til fólksins dóm: Krossfest, krossfest hann!

Skeivur persónur varð krossfestur. Hann kom at hanga millum tveir illgerðarmenn, sum av røttum vóru revsaðir.

Tann skeivi persónurin var tann krossfesti í miðjuni. Hann doyði fyrst av teimum, útlúgvaður av avhoyringum, sløgum og forfylging frá teimum leiðandi og frá hermonnum. Hóast hann onga synd hevði gjørt, so doyði hann fyri alla synd heimsins.

Annar illgerðarmaðurin doyði í synd síni, meðan tann, sum rópti á mannin í miðjuni: “Minst til mín, tá ið tú kemur í ríki títt!” doyði frá synd síni.

Løgið og tó. Henda skeiva krossfesting á Golgata var ikki bara fólksins mistak og dómur – men Guds avgerð, dómur og ráðagerð.

Tann skeivt krossfesti kallaðist Jesus, eitt navn, sum Gud gav honum við eingli í Betlehem. Jesus merkir: Harrin frelsir ella Harrin, frelsari okkara. Navnið, hann bar, undirstrikaði tað, hann gjørdi, og tað, hann gjørdi, undirstrikaði navnið.

So var tað Guds vilji – frelsuvilji – at “skeivi” persónurin skuldi krossfestast, ístaðin fyri øll hini. “Harrin lat koma niður á hann ta skuld, sum lá á okkum øllum”. Áðrenn hevði hann sagt: “Takið meg og latið hesar (lærusveinarnar) fara!”

At krossfesta skeivan mann, sum sjálvboðin gav seg upp til deyðan fyri hini og sum samstundis hugsaði um hini og bað fyri teimum, sum krossfestu hann, – er tað ikki markleysur kærleiki og óskiljandi og óuppiborin náði?

“Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív!”

Rætta barnið varð føtt í Betlehem. Rætti drongur vaks upp til mans í Nasaret. Rætti maður varð hongdur á kross og rópti har í neyð: “Tað er fullgjørt!” Rætti maður kom sigrandi út úr grøvini páskamorgun. Hetta var Guds rætta avgerð og rætti vegur, fyri at lata paradísportrið upp aftur fyri syndigum  fyrigivnum menniskjum.

Tann “skeivt” krossfesti maðurin var og er støðugt einasti frelsari heimsins. Er hann tín og mín hjarta-jólagestur og frelsari?

Frelsari mín! Frelsari mín!
Náði tín hon er mítt skjól.
Paradísportrið er opnað mær,
aldri kann eg fulltakka tær
:/: fyri gleðilig jól:/:

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina