World Watch List 2026 lagdur fram 

Fokus á heimsins mest forfylgdu kristnu

World Watch List 2026 varð í dag lagdur fram á einum almennum tiltaki á Hotel Hafnia í Havn. Umboð fyri Løgtingið, Landsstýrið og ymsir kirkjuligir og kristiligir felagsskapir luttóku á tiltakinum.

World Watch List verður givin út eina ferð um árið av Open Doors og setur sjóneykuna á tey 50 londini í heiminum, har kristin uppliva ta harðastu forfylgingina vegna sína trúgv. Listin byggir á víðfevnda og skipaða skjalfesting av harðskapi, mismuni og avmarkingum í trúarfrælsi.

Topp fimm: Ógvuslig forfylging

Formaður Open Doors í Føroyum, Klæmint Eliasen, fór ígjøgnum listan við serligum atliti til tey fimm londini, sum í ár liggja ovast á listanum: Norðurkorea, Somalia, Jemen, Sudan og Eritrea.

Felags fyri hesi londini er, at kristin liva undir ógvusligum trýsti. Í Norðurkorea verður kristindómur mettur sum ein beinleiðis hóttan móti stýrinum, og sjálvt tann minsti illgrunin um kristna trúgv kann føra til fongsling, arbeiðslegur ella avrætting, ofta eisini fyri familjulimir. Í Somalia og Jemen liva kristin, serliga tey, sum eru umvend frá islam, í støðugum lívsvanda og uttan nakra lógarverju. Í Sudan og Eritrea versnar støðan enn meira vegna vápnað stríð, einaræði og skipaða kúgan.

LES EISINI  Stórar broytingar í Iran

Lond í neiligari menning

Umframt topp fimm varð eisini víst á lond, har støðan hjá kristnum er versnað munandi seinasta árið. Serliga varð Sýria nevnt sum eitt land, ið hevur flutt seg uppeftir til aftur at vera millum tey mest truplu á listanum. Har ganga vaksandi harðskapur og lógar- og samfelagstiltøk hond í hond og leggja eitt sera hart trýst á trúarfrælsið hjá minnilutum.

Persónlig røða og greið handlingspunkt

Í framhaldi av framløguni helt Klæmint Eliasen eina røðu, har hann setti forfylgingina av kristnum inn í ein størri altjóða og politiskan samanhang. Samstundis vendi hann sær beinleiðis til føroyskar avgerðartakarar og vísti á, hvussu menningar- og neyðhjálpararbeiði í størri mun kann taka hædd fyri trúarligum minnilutum.

Hann endaði røðuna við trimum greiðum handlingspunktum:

Trúgv sum viðbrekinsfaktorur: Trúgv eigur at verða viðurkend sum ein viðbrekinsfaktorur í hjálpar- og menningarætlanum. Tað vil siga, at tað eigur at telja positivt, tá felagsskapir skjalfesta, at teir arbeiða virkið fyri at tryggja trúarfrælsi og rættindi hjá trúarligum minnilutum.

LES EISINI  Bið fyri kristnum, ið eru handtikin í Norðurkorea

Dupult sárbarir bólkar: Serligt atlit eigur at verða tikið til tey, sum eru dupult ella trídupult sárbar, herundir serliga kristnar kvinnur og gentur. Kynsbundin harðskapur, sosial útihýsing og flóttalív gera henda bólkin serliga viðbreknan.

Styrking av lokalum pørtum: Tørvur er á at styrkja lokalar aktørar í sivilsamfelagnum. Lokalar kirkjur og kristnir felagsskapir hava ofta tað besta innlitið í lokal viðurskifti og kunnu virka sum brúgvabyggjarar í samfeløgum, sum eru merkt av radikalisering og ekstremismu.

Undirskriftainnsavnan og forbøn

Í sambandi við framløguna varð eisini upplýst, at altjóða undirskriftainnsavnanin hjá Open Doors, sum er knýtt at átakinum Arise Africa, hevur eitt formelt endamál at røkka einari millión undirskriftum. Undirskriftirnar skulu sendast víðari til ST og Afrikanska Samveldið, AU, sum liður í arbeiðinum at leggja altjóða trýst fyri størri vernd av forfylgdum kristnum, serliga í Afrika sunnan fyri Sahara.

Samstundis legði Klæmint Eliasen dent á, at Open Doors eisini hevur sum mál at hava eina millión forbiðjarar. Sum hann orðaði tað:

LES EISINI  Mission10forty: Ja til fjós og krubbu og friður á jørð

“Undirskriftirnar verða sendar til ST og Afrikanska Samveldið, bønirnar verða sendar til Gud.”

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina