Yndisjólasangir hjá lesarunum 2020

Fyri fáum døgum síðani bóðu vit okkara lesarar greiða frá um sín yndisjólasang. Vit hava fingið fleiri svar, og nú hava vit samlað sangirnar saman á einum lista á Youtube.

Ein, sum svaraði okkum, var Jórun Eið Johannesen av Hellunum. Hon heldur tað ikki vera heilt lætt at velja, hvør jólasangur er tann besti. – Men skuldi eg valt millum jólasálmarnar, so er ongin ivi, hóast vit hava nógvar bæði yndisligar og vakrar jólasálmar. Jólasálmurin “Gleðilig jól” eftir Fr. Petersen er so klárt nummar 1, fortelur Jórun og heldur áfram: Har havi eg hug at siga, at ongin er yvir, og ongin er við síðuna av. Hann er sjálvur grundtónin, sum hinir jólasálmarnir og sálmar annars kunnu spretta út frá. Hann byrjar breitt og fevnandi við lovsangi einglanna til syndarar, at Jesus er føddur. So vendir hann sær til faðirin, sum ikki gloymir sítt jarðiska barn, sum tí lovsyngur faðirinum. So tað persónliga, at Jesus er frelsari mín, náðar meg og letur paradís upp fyri mær, og tí blívi eg ongantíð liðug at takka fyri hesi gleðiligu jólini, at frelsarin er føddur.

Jólatjóðsangurin

Eisini Jákup Jakobsen vísir á “Gleðilig jól” sum tann besti jólasangurin. – Eg vil kalla hann “Jólatjóðsangurin”, um man kann kalla ein jólasang so. Soleiðis hevur tað verið hjá mær frá barni av, uttan at eg kann siga akkurát hví, fortelur Jákup, og heldur á: – Sum barn var hetta bara tann besti jólasangurin, uttan at eg hugsaði so nógv um tekstin, men sum eldri er teksturin vorðin undurfult vakur, har tað seinasta versi talar soleiðis:

Frelsari mín! Frelsari mín!
Náði tín hon er mítt skjól.
Paradísportrið er opnað mær,
aldri kann eg fulltakka tær
fyri gleðilig jól!

Sanglisti á Youtube og 2 sangir, sum vit ikki finna.

Millum tey best umtóktu uppskotini frá lesarunum er eisini sálmurin ’Tað sótu seyðamenn á vakt’, sum Mikkjal á Ryggi hevur yrkt. Sanglistan við øllum sangunum finnur tú HER.

Tveir av sangunum funnu vit tíverri ikki á Youtube. Tað vóru sangirnir ’Nú ringja kirkjuklokkur so hátt’ og ’Himmalsins harpur tóna hátt’. Tí vilja vit heita á dugnaligu sangararnar og tónleikararnar, sum lesa hetta um at taka avbjóðingina og spæla sangirnar inn.