Yrkt og týtt fleiri enn 500 sálmar, sangir og yrkingar

Tað er ikki á hvørjum degi, at sangmøti er til heiðurs fyri yrkjarar og týðarar, men tað kemur fyri.

Ikki tí, viðkomandi ynskir als ikki at vera í fokus, tí tað skal Jesus Kristus, sum Andin gjøgnum boðskapin kunnger menniskjum.
Og tó, so verður møtið í Meinigheitshúsinum í Havn í morgin, Hvítusunnudag, kl.17.30 eitt sangmøti, har sálmar og sangir hjá Petur Jacob Sigvardsen verða sungnir.

Hvør er Petur Jacob Sigvardsen?
Hann er føddur við Gjógv í 1932. Har vaks hann upp og fekk verkliga og andaliga vitan og barlast. Sálmasangur, bíbliulesnaður og bøn, var fastur partur av dagligdegnum í barnaheiminum. Sunnu- og halgidagar var kirkjan vitjað.
Hóast hann fekk góðan andaligan førning við sær út í ungdómsárini, so hevði tað ikki nakran avgerandi týdning fyri hann tá. Sum ungur maður fór Petur Jacob á læraraskúla í Havn. Honum dámdi væl at dansa og var við í ungdómslívinum í høvuðsstaðnum, har hann búði. Mamman bað hann javnan um at fara í kirkju og í Meinigheitshúsið, fyri har at hoyra Guds orð, men tað lá ikki fremst í huganum.
Hann gjørdist lærari og seinni arbeiddi hann sum skúlaráðgevi og síðani sum deildarleiðari á Landskúlafyrisitingini. Hann giftist við Jacobinu og tey fingu trý børn.

LES EISINI  Samrøða og Q&A við John Lennox í kvøld

Sterkt kallaður
Fyrsta sunnudag í februar 1956, meðan Petur Jacob gekk á læraraskúla, ætlaði hann sær, sum hann var vanur, í Sjónleikarahúsið í dans. Áðrenn hann fór, hugdi hann í Dimmalætting, sum lá á borðinum. Tá sá hann eina lýsing, sum segði, at missiónsvika var á Argjum, og at sama kvøldið var seinasta møtið.
Tá fekk hann eitt sannførandi og sterkt kall til at fara á møti. Hann fór og fekk tá eitt møtið við Jesus, syndara vin og frelsara.
Møtið við Jesus broytti alt lív hansara, tí hann varð umvendur. Trúgvin á Jesus, sum er Guds gáva, setti lív og spenning í kristiliga førningin. Tað kvøldið kom hann syngjandi uttan av Argjum við einum nýggjum sangi, sum Gud hevði givið honum. Sangurin ljóðar enn, um ikki líka hart, nú hann er blivin 92 ár.

Yrkti og týddi
Áhuga fyri sálmum og sangum hevði hann frá barni. Eftir at hann varð umvendur, gekk ikki long tíð til fyrsti sangurin var skrivaður. Tað var: “Góði Jesus opnað nú mítt hjarta”, sum kom í fleiri sangbøkur. Hann varð yrktur á várið 1956. Síðani vórðu fleiri yrktir og týddir.
í 1970 – 80-unum ynsktu fleiri streingjakór at fáa norskar og danskar sangir týddar til føroyskt. Petur Jacob var ein av týðarunum.

LES EISINI  Jesus hevur verið trúgvur – eisini í mótgongdini, sigur 100 ára gamla Lena Joensen

Sálmar til prædikutekstir
Umleið ár 2000 fekk Petur Jacob fyrispurningin um at yrkja sálmar til prædikutekstirnar í kirkjuárinum.
Hann setti seg væl inn í bíbliutekstirnar og las nógvar prædikur, fyri at vera væl fyrireikaður at yrkja. Nakrir sálmar høvdu drúgva føðing, meðan tað gekk skjótari við øðrum. Ein tók bara ein tíma, og onki er broytt við honum síðani.

Yrkti til sjúkan bróðir
Í 2007 fekk bróðir hansara, Hans Jacob Sigvardsen, nærum síni deyðsboð, vegna álvarsama sjúku. Tað var hart fyri hann, familju, og fyri Petur Jacob, tí teir vóru nær knýttir. Tá yrkti Petur Jacob fleiri enn 50 sálmar, og fleiri teirra vóru skrivligar heilsanir til Hans Jacob.
Árini eftir yrkti og týddi hann eisini fleiri sálmar. Flestu týddu sálmarnir eru úr skandinaviskum málum, og harav eru 78 úr íslendskum. Fleiri av teimum hevur dugnaliga tónaskaldið, Knút Olsen, gjørt løg til.

Í ymiskum bókum
75 av sálmunum og sangunum hjá Petur Jacob standa í sálma- og sangbókum hjá Fólkakirkjuni og Kirkjuligu Heimamissiónini. Hinir eru komnir út í teimum trimum bókunum “Mær er sagt um ein stað í tí høga”, sum Petur Jacob hevur givið út, á forlagi sínum,  Búgvin. Tær bøkurnar eru søvn av týddum prædikum, yrktum og týddum sálmum og sangum. Fjórða bókin er ávegis. Har eru týddar prædikur og 85 týddir sálmar og sangir – við løgum.

LES EISINI  Náttúran vitnar um Gud

Virkin rithøvundur
Tá skrivast skal um Petur Jacob Sigvardsen, má nevnast, at hann hevur verið sera virkin rithøvundur og týðari. Hann hevur yrkt 269 sálmar og sangir og týtt 216. Harafturat hevur hann skrivað umleið 30 yrkingar. Sostatt eru yvir 500 sálmar, sangir og yrkingar komin frá honum.
Hann hevur skrivað 21 bøkur, týtt 5 sum eru útgivnar og hevur 3 handrit liggjandi. Harafturat hevur hann saman við øðrum skrivað bøkur til føroyska fólkaskúlan.

Øll æran er Guds
Tá Petur Jacob sigur frá lívinum og frá hesum arbeiðinum, venda eyguni og sinnið ofta uppeftir. Tað er sum hann vil geva Gudi tøkkina og heiðurin  – og tað vil hann.
– Gud hevur verið góður og trúgvur. Hann hevur givið mær kall, áhuga og óivað náðigávur til hesa tænastu, sum hevur fylt nógv í lívinum. Samstundis hevur tað verið ríkt at staðið í áratíggju um landið, sum boðberi og vitni fyri Jesus, frelsara mín.
Ja, æran er Guds og hann skal fáa alla tøkk! sigur Petur Jacob Sigvardsen.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina