Aftur til forsíðu

§ 14, stk. 2 strikast!

§ 14, stk. 2 strikast!

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Árið er ikki meira enn byrjað, so vil samgongan útinna ‘reformin’ yvir øllum. Nýggja hjúnabandslógin skal nú setast í verk – og tað skjótt. Líka frá skapanini til okkara tíð hevur hjúnabandið verið millum mann og konu, men nú skal øll siðvenja og kristin hugsan setast til viks, og tað merkir, at nú skal hjúnabandið sambært nøkrum løgtingslimum eisini verða ímillum tvey av sama kyni.

Eitt er at gera seg inná hjúnabandið sum skipan. Eitt er ikki at vilja boyggja seg fyri Guds orði og góða vilja. Eitt er at skula varða av kirkjuni sum politiskur myndugleiki,  nakað annað er at virða kirkjuna og hennara innaru viðurskifti.

Málið um hjúnabandslógina byrjaði skeivt, og líka til dagin í dag kann hvørki politiski ella løgfrøðiligi  myndugleikin rósa sær av mannagongdini. Nú er málið so komið á sjálva gáttina til útinnandi veruleika. Mong eru kanska spent, onnur líkasæl, og sjálvt um partar av málinum hava verið nógv frammi, so eru tey flestu helst ikki fult upplýst.

LES EISINI  Spennandi koronabroytingar

Sakin er nemliga tann: § 14, stk. 2 gevur borgarliga giftum (hinkyndum) pørum rætt tvs krav til signing í fólkakirkjuni. Kirkjan kann framyvir velja at signa borgarliga gift, men júst hesin rættur  forðar nú fyri, at samkynd kunnu vígast borgarliga. Hetta kann ikki fremjast, fyrr enn § 14, stk 2 er strikað ella broytt.

Hetta er ein løgfrøðisligur  knútur, sum politiska skipanin eigur fulla ábyrgd av. Í roynd teirra at loysa málið, ynskir samgongan nú at taka burtur ein lógartryggjaðan rætt hjá limum í fólkakirkjuni fyri at innføra eitt “hjúnalag”, sum enntá er beint ímóti kirkjunnar læru og siðvenju.

Hvussu lítið kann ein  virða kirkjunnar innaru viðurskifti? Vil politiski myndugleikin nú enn einaferð virka fyri at niðurlaga álitið ímillum kirkju og løgting? Hetta er júst tað, ein  ger við hesum uppskoti, ið samgongan hevur lagt fyri Tingið.

Øll vilja hava rættindi, men kann tað verða rætt, at kirkjulimir skulu missa eitt kirkjuligt lógartryggjað krav, fyri at onnur skulu fáa borgarlig rættindi?

LES EISINI  Eitt veruligt prógv

Fyri júst einum ári síðani stóð kirkjuligi myndugleikin saman og segði ímillum annað:

“Vit meta tað vera principielt skeivt at lóggeva um kirkjulig viðurskifti uttan at Fólkakirkjan hevur tikið lut í lógarsmíðinum”. Og nú ger ein  so enn einaferð beinleiðis ímóti tí einmælta kirkjuliga viljanum og trínur beint inn í kirkjulig viðurskifti, uttan at kirkjan hevur biðið um tað.

Júst hetta, átti at fingið løgtingsumboð, limir í Føroysku fólkakirkjuni og onnur fólk at innsæð, at her fer samgongan yvir um mark – og tað er als ikki ráðiligt, ei heldur gagnligt fyri samanhaldskraftina í samfelagnum.  Og ein kann av røttum spyrja: Hvat verður tað næsta?!

Latum okkum sum kristin áhaldandi biðja fyri okkara politikarum. Tað er altíð neyðugt og álagt okkum sum kristin. Í virðing fyri teimum, vit hava valt á Løgting, kundi eisini veri passandi at sagt: Nú er nokk og síðani víst á aðrar virðiligar loysnir.

Lóggávan viðvíkjandi familju- og arvarætti verður yvirtikin næsta ár. Hetta kundi verið eitt gylt høvi til at sett seg niður, at gjøgnumhugsað og gjøgnumarbeitt tey borgarligu rættindi, sum samkynd og aðrir bólkar kundu ynskt sær.

LES EISINI  Skermvera ella nærvera?

Tað er eingin skomm at steðga á og viðgera málið av nýggjum.  

Við ynski um gott stev ímillum politiska og kirkjuliga myndugleikan.

Undanfarna grein

Stuðulsdagur hjá Lindini

Les grein

Tað tekur tíð at læra fólk at kenna

Les grein
Næsta grein
A+