Arbeiðsvikuskifti í Nesvík 27.-28. november
Vikuskifti 27.-28. november fara vit at hava eitt arbeiðsvikuskifti í Leguhúsinum í Nesvík, har vit fara at gera ymiskt tiltrongt arbeiði fyri at menna og halda okkara góða leguhús við líka – og hugna okkum eitt sindur.
Vit byrja við nátturða kl. 18.00 fríggjakvøld og enda við pizza leygarkvøld. Møguleiki er at gista í Nesvík ÓKEYPIS. Og hevur tú familju, ert tú vælkomin at taka børnini við, so tey kunnu spæla ímeðan. Og annars koma við so leingi, sum tað liggur fyri.
Hetta varð eisini roynt í februar, og tá var uppmøtingin góð og nógv kom burturúr.
Har eru nógv projektir at gera – og leguhúsið treingir eisini til at gerast høvuðsreint. Og nú húsið er tøkt eitt vikuskifti, ja hví ikki gera eitt hugnaligt vikuskifti burturur tí eisini.
Tørvur er á handverkarum, fólki at rudda, vaska, organisera, bera, o.s.fr.
Kemur tú við? Trýst her fyri at tekna teg, so vit vita hvussu nógv koma.
Jákup Brúsá


