Heimamissiónin hevur økisfund í Havn í morgin
Kirkjuliga Heimamissiónin skipar í vetur fyri økisfundum kring landið, har kunnað verður um felags arbeiðið, umframt at orðaskifti er um gongdina í missiónsarbeiðinum framyvir.
Týsdagin, 10. november, kl. 19-21 verður bjóðað til økisfund í Meinigheitshúsinum í Havn.
Kom við og hoyrið um gongdina í missiónsarbeiðinum og gerið tykkara ávirkan galdandi fyri arbeiðið framyvir.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Jákup Brúsá




