SpíraBRAK savnaði 1700 fólk

Seinnapartin í dag var stórt barna- og familjutiltak við Tjarnir, har tilsamans 1700 børn og vaksin vóru komin saman. Stórt barnakór – felagskórið frá Sangfagnaðinum – við umleið 200 sangarum sang, umframt at tað var bíbliuleikur, og spíravinir vitjaðu

Í dag klokkan 15 var ein av størstu sunnudagsskúlunum, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, hildin við Tjarnir, har Kirkjuliga Heimamissiónin hevur Stórmøti. Børn, foreldur, ommur, abbar og nógv onnur fyltu høllina við Tjarnir.

Felagskór frá Sangfagnaðinum

Til tiltakið sang felagskórið frá Sangfagnaðinum, sum telur umleið 200 sangarar. Sangfagnaðurin er tiltak, sum var í heystferiuni í Nesvík, har børn vóru á sanglegu í tríggjar dagar og lærdu fleiri nýggjar sangir. Tey sungu eisini til konsert í Nesvík seinasta leygardag. Talan var bæði um kór fyri minnu børnini og kór fyri størru børnini.

Kórið frá sangfagnaðinum sang fleiri sangir, og til endan sluppu onnur, sum hava verið á Sangfagnaði áður, við at syngja í kórinum.

Bíbliuleikur
Til SpíraBRAKIÐ var eisini ein bíbliuleikur, sum var um, tá ið Jesus grøddi mannin, sum var lamin, og sum varð borin til Jesus, men tá ið ikki var pláss at koma framat, varð farið upp á tekjuna, taksteinar vórðu tiknir burtur, og hann varð loraður niður gjøgnum tekjuna, so hann lá framman fyri Jesus føtur, og Jesus grøddi hann.

Reyða Leyva og aðrir spíravinir vóru eisini við til SpíraBRAK

Spírar við nýggjari heimasíðu

LES EISINI  Nógv vitjandi til opið hús á nýggju skrivstovuni

Í sambandi við SpíraBRAKIÐ kom fyrsti partur í Spírar 2 út. Á nýggju heimasíðuni, ber til at síggja bíbliusøgur, sangir og nógv annað.

Kringvarpið fer eisini eftir ætlan at senda tilfar frá Spírum.

Eftir  SpíraBRAKIÐ var møguleiki hjá børnum at royna hoppiborgir. Eftir tað var nátturði.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina