«Lukas 2 vit altíð goyma» er nú útkomin.

Jólasálmurin „Lukas 2 vit altíð goyma“ er nú útkomin sum tónleikavideo og á stroymingartænastum.

Signar á Reynatrøð hevur skrivað orðini, og lagið gjørdi Jórun Pálsdóttir.

Heitið á jólasálmurin er ein staðfesting av, hvar vit finna jólaevangeliið, sum vit kenna best.
„Lukas 2 vit altíð goyma“ tekur støði í Mariu, Jósefi og øðrum persónum í bíbliuni. Guðs livandi orð var nú búgvið til hold í Jesusi Kristi.

„Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!“ (Luk. 2,11)

Jórun Pálsdóttir syngur og spælir klaver, meðan Judith Reinert Petersen og Katrin K. Petersen eisini luttaka á innspælingini.

Samstundis sum sangurin varð innspældur, varð eisini ein tónleikavideo tikin upp í Meinigheitshúsinum á Skála. Carsten Fonsdal Mikkelsen, midlatrúboðari, hevur staðið fyri upptøkum av bæði ljóði og myndum og hevur eisini klipt videoið.
Ljóðsporið er mixað av IntroVers Studio.

Vit vóna, at sangurin kann verða til gleði og íblástur í advents- og jólatíðini, og at boðskapurin um frelsaran, sum varð føddur í Betlehem til ásetta tíð, framvegis fær rúm í hjørtunum hjá bæði børnum og vaksnum. Sangurin kann eisini hoyrast á Spotify.

LES EISINI  Vónartræið – kreativ andakt í adventstíðini
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina