Vónartræið – kreativ andakt í adventstíðini
Gerið tykkara egna vónartræ og latið tað fyllast við bønum, takksemi og vón gjøgnum adventstíðina. Vónartræið er eitt einfalt hugskot, sum sameinir kreativt ítriv, samveru og andakt – bæði fyri børn og vaksin.
Vit kalla tað eitt vónartræ, tí tað skal minna okkum á ta vón, sum vit eiga í Jesusi Kristi. Hjá honum kunnu vit koma við øllum, sum fyllir í okkara lívi – bæði gleði, takksemi, stúran og sorg.
Hugskotið er at gera eitt jólatræ og prýða tað við jólakúlum, ljósum, stjørnum og øðrum jólaprýði. Á prýðið kunnu tit skriva ella tekna tað, sum tit vilja takka Gudi fyri, biðja um ella minnast. So hvørt sum adventstíðin líður, fyllist træið við tykkara egnu bønum, tankum og vónum.
Vit hava gjørt fyrimyndir til jólaprýði, sum tit kunnu taka niður, prenta og klippa út.
Soleiðis gera tit eitt vónartræ
Fyrst skulu tit gera eitt træ. Tað kann vera eitt stórt jólatræ úr kartongi, sum børnini sjálv sleppa at tekna, klippa út og lita. Tit kunnu eisini seta eina granngrein í ein vasa ella finna upp á tykkara heilt egna vónartræ.
Um tit gera eitt træ úr kartongi, mæla vit til, at tað er í minsta lagi 70 cm høgt, so pláss verður fyri prýðinum, sum tit so við og við heingja á træið.
Síðani gera tit jólaprýðið. Prentið fyrimyndirnar til jólakúlur, ljós, stjørnur og annað prýði, klippið tær út og litið tær, um tit hava hug til tess. Tit kunnu eisini tekna og klippa tykkara egna jólaprýði út.
Á prýðið kunnu tit skriva ella tekna tað, sum fyllir í tykkara lívi. Til dømis:
- Á eina jólakúlu: Nakað, sum tú ert takksamur fyri.
- Á eitt ljós: Navnið á einum, sum tú vilt biðja fyri, ella eitt bønarevni, sum liggur tær á hjarta.
- Á eina stjørnu: Eitt bíbliuorð, sum gevur tær gleði, troyst ella vón.
- Á eitt hjarta: Eina góða uppliving ella eitt minni frá árinum.
- Á annað jólaprýði: Nakað, sum tú vónar og biður um í tíðini, sum kemur.
Um tit brúka eina granngrein sum vónartræ, kunnu tit eisini gera jólakramarhús at heingja á greinina. Í kramarhúsini kunnu tit leggja smáar seðlar við bønum, tøkkum og tí, sum tit hava á hjarta. Tá ið jólini koma, kunnu tit flyta kramarhúsini við bønunum yvir á jólatræið.
Hetta eru bara dømi. Tit kunnu sjálv velja, hvat tit skriva á tað ymiska prýðið. Tað týdningarmesta er, at orðini og tekningarnar hava týdning fyri tykkum.
Brúkið vónartræið til andakt
Vónartræið kann gerast ein partur av andaktini heima hjá tykkum í adventstíðini.
Tit kunnu til dømis seta tykkum saman eina ferð um vikuna, lesa eitt bíbliuorð, práta um tað, sum tit hava á hjarta, og skriva ella tekna á jólaprýðið.
Síðani kunnu tit heingja prýðið á træið og biðja saman. Takkið Gudi fyri tað góða og leggið tykkara bønir og stúranir í hansara hendur.
Men vónartræið kann eisini brúkast í gerandisdegnum. Kanska kemur onkur í tankar um ein persón, sum hevur tørv á forbøn, ella um okkurt, sum tit eru serliga takksom fyri. Tá ber til at skriva tað á eitt jólaprýði og heingja tað á træið.
Soleiðis fyllist træið so við og við av tí, sum hevur týdning í tykkara lívi.
Eitt vónartræ fyri øll
Eitt vónartræ kann gerast á nógvar ymiskar mátar og lagast til tey, sum skulu brúka tað.
Í einari barnafamilju kann tað vera eitt felags ítriv, har børnini sleppa at klippa, lita, tekna og fortelja um tað, sum tey hugsa um. Hjá øðrum kann tað vera ein lítil granngrein við nøkrum fáum jólaprýðum.
Tú kanst eisini gera títt egna vónartræ, hóast tú býrt einsamallur.
Tað snýr seg ikki um, at træið skal vera stórt ella vakurt, men um at skapa eitt lítið rúm í gerandisdegnum, har vit kunnu steðga á og venda okkum til Gud.
Prenta fyrimyndirnar, klipp jólaprýðið út, skriva ella tekna á tað og lat títt egna vónartræ fyllast við bønum, takksemi og vón.
Carsten Fonsdal Mikkelsen
