Um eg bara kundi verið ein fuglur!

Hann var eingin sjálvgóður serskøltur. Í roynd og veru var hann eitt blídligt, reinmeint, ja, veruliga eitt gott menniskja. Hann var gávumildur móti familju síni og ærligur móti øllum, hann kom í samband við. Men hann trúði bara ikki øllum hasum prátinum, sum kirkjurnar boða á jólum, um at Gud gjørdist menniskja. Hetta stríddi móti øllum viti og skili, helt hann, og hann var ov ærligur at siga nakað annað.

Hann fekk bara ikki gloypt øllum tí, tey søgdu um Jesus. Um at hann var Gud, sum kom til jarðar sum eitt menniskja.

– Tað harmar meg at skula gera tær ímóti; men eg komi ikki við tær í kirkju henda jólaaftan, segði hann við konu sína.

Hann segði, at hann kendi seg sum ein hyklara, um hann fór, og at hann nógv heldur vildi vera heima. Men hann skuldi bíða eftir teimum.

Hann varð verandi við hús. Hini húsfólkini fóru til jólaaftansgudstænastu.

Stutt eftir, at tey vóru farin, fór at kava. Hann fór yvir til vindeygað og sá, at kavin dungaði niður. So setti hann seg í hvíldarstólin og fór at lesa tíðindablaðið.

LES EISINI  Meðan vit bíða 2. partur

Løtu seinni hoyrdi hann eitt dumsandi ljóð. So eitt afturat. Og løtu seinni aftur eitt.

Fyrst helt hann, at onkur kastaði kavabløk móti stovuvindeyganum. Men tá ið hann fór út í úthurðina at vita, hvaðani ljóðið kom, sá hann nakrar fuglar, sum sótu og kúrdu í kavanum. Kavaódnin var komin óvart á teir, og frá sær sjálvum høvdu teir roynt at flúgva beint móti stovuvindeyganum.

Hann kundi ikki bara lata hasar neyðars skapningarnar liggja har og frysta. Hann hugsaði um, hvat ið hann kundi gera, og kom so at hugsa um úthúsið, sum bleiv brúkt sum stallur til hestin hjá børnunum. Um hann bara kundi fingið fuglarnar at flogið inn hagar, vóru teir vardir móti vindinum og kuldanum.

Hann skundaði sær í stivlar og tjúkkan vetrarfrakka. So vassaði hann gjøgnum henda djúpa kavan yvir til gamla úthúsið. Har læt hann dyrnar upp á víðan vegg og tendraði ljósið. Men fuglarnir flugu ikki inn.

LES EISINI  Factum est!

Hann hugsaði, at hann kanska kundi lokka teir inn við mati, so hann kvikaði sær aftur til húsini eftir einum posa við breyðmolum. So trampaði hann eina rás yvir til tær opnu dyrnar í fjósinum og stroyddi breyðmolar í kavan eftir rásini.

Men, sum hann var vónsvikin! Fuglarnir løgdu einki í molarnar. Teir hildu á at flákra hjálparleysir um í kavanum.

Hann royndi at fanga teir. Hann royndi at reka teir inn í fjósið og fór tí aftur um teir og veipaði við ørmunum. Tá spjaddust teir í allar ættir – men eingin teirra fleyg inn í tað heita, upplýsta fjósið.

Tá skilti hann, at teir vóru bangnir fyri honum: – Teir síggja bara ein løgnan, ræðandi skapning. Um eg bara á ein ella annan hátt kundi fingið teir at skilt, at teir kunnu líta á meg, at eg ikki vil gera teimum skaða, men tvørturímóti hjálpa teimum!

Hvørja ferð hann flutti seg, gjørdust fuglarnir meira ræddir og styggir. Teir tordu ikki at fylgja rásini, og hann fekk ikki rikið teir inn, tí teir ræddust hann.

LES EISINI  Jólaprædika við Símun Persson Jacobsen

– Um eg bara kundi verið ein fuglur og flogið yvir til teirra og sagt teimum á teirra egna máli, at teimum ikki nýtist at vera bangnir. Tá kundi eg víst teimum vegin til tað trygga, heita fjósið. Men so má eg gerast ein teirra, so teir kunnu síggja meg og hoyra og skilja tað, eg ætli at siga teimum, hugsaði hann.

Í tí løtuni fóru kirkjuklokkurnar at ringja. Hann hoyrdi tær veikt í vindinum. Og hann stóð har og lurtaði eftir klokkunum. “Kvirra nátt, heilaga nátt.” Hann lurtaði, meðan klokkurnar ringdu hin glaða jólaboðskapin inn. – Og hann fall á knæ niður í kavan.

“Hann (Jesus), sum, tá ið hann var í Guds mynd, ikki helt tað fyri rán at vera Gudi líkur, men avklæddi seg hana, í tí at hann tók á seg tænaramynd og gjørdist monnum líkur …” (Fil 2,6-7).

“Hann kom til sítt egna, og hansara egnu tóku ikki ímóti honum” (Jóh 1,11).

 

Effie Campbell umsetti.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina