Sanni jólafriðurin

Mariann Djurhuus Poulsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Tíðin rennur sum streymur í á. Soleiðis munnu tey flestu kenna tað. Tað er so nógv, sum skal náast og fáast frá hondini. Tað er so nógv at fara til og so nógv, sum eg átti at møtt upp til. Men tíðin rennur sum streymur í á, og eg havi ikki tíð til alt, sum eg kundi hugsað mær at gjørt og farið til. Tað eru so nógv, sum hála í meg – ikki minst mín egna samvitska.

Marta hevði eisini nógv um at vera, men Jesus segði við hana, at eitt var neyðugt, og tað var at velja tann góða lutin. At steðga á. Seta seg niður. Hvíla. Lurta. Hetta var ikki bara eitt gott ráð til Martu, men eisini til okkum. Tað er eisini neyðugt hjá okkum at steðga á. Men tað er munur á at steðga á og hvíla og so veruliga at kenna tann friðin, sum gevur sanna hvíld.

Á Betlehemsfløtum sungu einglarnir “Friður á jørð og í menniskjum góður tokki”. Tað er ymiskt, hvussu hetta verður tulkað, og tað er munur á teimum ymisku griksku tekstunum. Grikska orðið fyri tokki hevur nakað við orðið góðtaka at gera, og góðtaka merkir her nakað, sum er gott og er eftir Guds vilja. Tað er ikki heilt greitt, um tað er Gud, sum góðtekur menniskjuni, ella tað eru menniskjuni, sum góðtaka Gud, ella menniskju, sum góðtaka tann friðin, sum Gud bjóðar. Í øllum førum er talan um, at tað bara eru tey, sum trúgva á Jesus sum Messias og tí gera Guds vilja, sum uppliva tann lovaða friðin.

LES EISINI  Annar jóladagur: Uttan kross, eingin krúna

Hyggja vit at fótnotuni til hetta ørindið, so stendur har: “friður á jørð í menniskjum, sum Gud hevur tokka til”. Tað vil siga, at tað er ein serligur friður, sum einglarnir sungu um jólanátt. Í Jóhannes 14,27 sigur Jesus: “Mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur”.

Hesin friður er ikki inni í menniskjanum, og menniskjað kann ikki av sær sjálvum ogna sær henda friðin. Líka mikið hvussu nógv vit steðga á og hvíla.

Hesin friður fæst bara frá Gudi. Og tí eru tað ikki øll, sum eiga henda friðin. Mong leita og leita uttan at finna hann. Tey leita ikki har, sum friðurin er at finna. Tey leita inni í sær sjálvum, í heiminum, í ymiskum átrúnaði og aðrar staðir. Men tey leita ikki hjá Gudi. Og tí finna tey ikki friðin, sum ber av øllum viti. Hann er nevniliga bara givin teimum, sum trúgva, at Jesus er Messias, tann lovaði Guds sonurin, sum kom at bjarga allari mannaættini. Bara tey, sum hava sæð og játtað sína synd fyri Gudi, kenna hendan sanna friðin. Tey, sum hava tvigið klæði síni rein í lambsins blóði.

LES EISINI  Ótrúligi jólafriðurin í 1914: - Eg hevði ikki trúð tí, um eg ikki var har sjálvur

At ganga úti hesa ársins tíð, tá stjørnurnar bleiktra, tað speglast í sjónum og ikki ein ond rørist, er sera, sera friðsælt og uppbyggjandi. Men friðurin frá Gudi er nógv friðsælari. Hann ber av øllum viti. Hann skapar sannan frið, har størsti ófriðurin valdar. Undir fyrra veraldarbardaga lógu stríðandi partarnir í hvør sínari skotgrøv og royndu at skjóta hvør annan niður. Men jólanátt løgdu teir vápnini og fóru í staðin at syngja “Stille Nacht, heilige Nacht”, so tað týðiliga hoyrdist yvir í skotgravirnar hjá mótpartinum. Og tað ótrúliga hendi: mótparturin legði eisini vápnini og tók undir við at syngja, hvør á sínum máli. Alla náttina valdaði friður og eisini nakrar dagar eftir hetta. Stríðandi partarnir møttust enntá í miðjuni og góvu hvør øðrum gávur. Ótrúligt.

Men friðurin, sum kom til jarðar jólanátt, kann gera tað ótrúliga. Og hesin friður stendur okkum øllum í boði.

Tað er ikki at skilja, at Gud valdi at gerast menniskja, so hesin heilagi friður kundi verða givin okkum.

Men tað var tað, sum Gud gjørdi. Vit kunnu ikki annað enn takka og taka í móti honum við gleði. Hvat er tað ikki fantastiskt at kunna byrja nýggja árið við hesum friði í hjartanum. Lat tað so bara vera rokaligt og stressað. Eg veit, hvar hvíldin og friðurin er at finna. Tann sanni jólafriðurin fæst við at seta seg við Jesu føtur, líða á og hvíla. Lat eisini okkum velja tann góða lutin.

LES EISINI  Hevur tú ikki jólafrið í hjartanum, finnur tú hann ikki undir trænum
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina