Hvar er kongurin?

Men tá ið Jesus var føddur í Betlehem í Júdeu, á døgum Heródesar kongs, sí, tá komu nakrir vísmenn úr Eysturlondum til Jerúsalem og søgdu: “Hvar er hin nýføddi Jødakongurin? Tí at vit hava sæð stjørnu hansara har eysturi, og vit eru komnir at tilbiðja hann.”(Matt 2,1-2).

Leo-Hans Mikkelsen
Sørvágur

Úr Trúboðanum 02/2016

Vit lesa her um nakrar av heimsins vísmonnum; vit høvdu kanska sagt stjørnugranskarar, stjørnufrøðingar ella stjørnuspámenn, sum koma langvegis frá at finna Jødakongin. Teir høvdu sæð stjørnu hansara og komu, uttan at himprast, ikki bara at síggja hann, men at tilbiðja hann.

Teir høvdu væntað at finna kongin í kongsborgini, og tí komu teir til Heródes í Jerúsalem, hóast vit onki lesa um, at stjørnan leiddi teir til kongsborgina. Og so lesa vit um Heródes og teir skriftlærdu, sum vistu, hvar Kristus átti at verða føddur. Útafturkomnir leiðir stjørnan vísmenninar til barnið, og teir gjørdust heilt avbera glaðir. Teir høvdu funnið kongin.

Vísmenn tá og nú

Sæð í dagsins ljósi, kann tað kanska tykjast løgið, at tað vóru nakrir av heimsins vísu, sum løgdu so nógv fyri at hitta kongin, meðan vit í dag í stóran mun uppliva nógvar nútíðar vísmenn, lærd fólk, sum stríðast fyri at fáa hendan kongin út úr almenna rúminum, ella kanska heilt út úr tilvitskuni hjá fólki.

LES EISINI  Bíbliubólkur á Strondum ger jólakalendara

Ikki tí, hesin kongurin kom ikki fyri at gerast kongur í hesum heimi, sum Heródas var so bangin fyri, meðan mangir jødar og eisini lærusveinar, væntaðu og vónaðu tað.

Trúgv ella skoðan

Høvuðsprestar og skriftlærdir vistu, hvar hesin kongur og høvdingi skuldi føðast, tí teir kendu tekstin hjá Mika profeti, hóast henda vitan mangan hvarv í iva og vantrúgv, tá veruleikin stóð framman fyri teimum í blóði og holdi, tí, hvussu kundi eitt menniskja vera Gud?

Tað var ikki lætt at trúgva, og tað er neyvan lættari í dag, tá vit ikki síggja hann við okkara likamligu eygum, men so gerst hann jú lættari at burturforklára. Veruleikin er tó, at av okkum sjálvum kunnu vit ikki trúgva á hann. Tað er bara Gud, sum kann skapa hesa trúnna í okkum, og tað ger tað ikki lættari hjá okkum deyðiligu at handfara.

Onki rúm?

Vísmenninir komu at tilbiðja Jesus, og geva honum gávur, hóast vit kenna ikki teirra hjartans støðu til hansara, hvørki áðrenn ella aftaná møtið við lítla dreingjabarnið.

Tað var ikki rúm fyri Jesusi í tilhaldshúsinum, áðrenn hann varð føddur, og sum lítil smádrongur mátti hann flýggja yvir háls og herðar, tí Heródes lá honum eftir lívinum. So tað er ikki nakað nýtt fyri Jesusi, um vit ikki geva honum rúmd. Hann var ikki av hesum heimi, men kom fyri tína og mína skyld.

LES EISINI  SIMBA JÓL – Jólamatur

Spurningurin til tín og mín, er, um vit vilja geva honum rúm hjá okkum. Og um vit vilja, gera við tað so?

Kongur og hirði

Um Jesus kom fyri at verða kongur, so var tað í okkara lívi, ikki í heiminum. Vísmenninir játtaðu hann sum kong, eisini fyri monnum og løgdust á knæ og tilbóðu hann sum kong.

Sum hirði ynskir Jesus at leiða, verja og vera um sínar seyðir. Ikki fyri at ráða, men av kærleika. Hann, meistarin og harrin, kom ikki fyri at verða tænaður, men fyri at tæna, og geva lív sítt sum loysigjald fyri mong. Men hann vil vera harri í okkara lívi, so vit tæna øðrum, sum hann hevur tænt okkum við øllum, sum vit eiga og hava.

Stjørnan yvir øllum

Vísmenninir komu úr Eysturlondum, tí teir høvdu sæð stjørnu hansara. Hevur tú sæð stjørnu hansara, ikki við tínum likamligu eygum, men í trúnni?

Paulus skrivar í Efesusbrævinum 2, 8-9: “Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guds gáva; ikki av gerningum, fyri at eingin skal rósa sær”.

Stjørnan leiddi vímenninar, men tann stjørnan, sum kann leiða okkum, er Guds orð, sum gjørdist hold, tá Gud valdi at gerast menniskja í Jesusi Kristi.

LES EISINI  SIMBA JÓL – Jólaljós

Sjálvræði

Heródes var bangin fyri kapping um kongadømið, tí vildi hann hava lívið av hesum kongi, sum skuldi føðast. Hann vildi vera harri sjálvur, bæði í sínum egna lívi, og fyri alt fólkið. Kanska er hetta ein gjøgnumgangandi trupulleiki hjá okkum menniskjum, at vit vilja ráða okkum sjálvum, og hóast óttin ikki er so víðgongdur, sum tann hjá Heródesi, so skal helst ongin annar vera harri í okkara lívi.

Vit vilja og skulu sjálvi, og hetta er ikki so løgi, tí tað liggur í okkum frá barni av, og er sum so ikki nakað brek, men ein náttúrlig sjálvbjargniskensla.

Og Jesus ynskir ikki at koma inn í okkara lív sum nakar einaræðisharri, men hann ynskir, at vit loyva honum at gerast harri í okkara lívi.

Hvør er harri

Vit lesa hjá Matteusi og Lukasi, at ongin kann tæna tveimum harrum, men veruleikin er, at vit heldur ikki kunnu vera uttan harra. Á ein ella annan hátt eru vit undirgivin onkrum valdi, um vit vita tað ella ikki, ella viðurkenna tað ella ikki. Men tá Gud kallar á okkum, kunnu vit velja at siga ja, og bjóða honum at vera harra í okkara lívi. Jesus kom at frelsa øll, men valið er títt og mítt.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina