Spurnarkassin: Hvat sigur Bíblian um ævinleikan í paradísi
Eg havi lisið nakað av Nýggja Testamenti og eitt sindur av Gamla Testamenti. Men eg haldi, at Bíblian sigur lítið um gerandisdagin í paradísi.
Tá Bíblian talar um nýggja Jerusalem, ið stígur niður av himli, merkir tað so, at jørðin verður paradís?
Er nakað sagt um, hvat vit skulu gera í paradísi – verður tað bara lovsangur, ella sigur Bíblian meira? Eru nøkur vers, sum kunnu hjálpa okkum at skilja lívið har?
Góði spyrjari
Takk fyri góðu spurningarnar. Vit bíða eftir, at Jesus kemur aftur, og at vit skulu liva ævigt saman við honum. Tí er tað sanniliga áhugavert, hvat vit skulu taka okkum til “allan ævinleikan”.
Tað er rætt, at Bíblian lýsir ikki dagliga lívið í paradísi serliga nágreiniliga, og tí tosa vit kanska eisini sjáldan um tað. Men kortini verða nøkur týðandi ting nevnd.
Er jørðin paradísið – hitt nýggja Jerusalem?
Í Opinbering Jóhannesar stendur, at hitt nýggja Jerusalem stígur niður úr himli (Op 21,2). Tað merkir ikki, at okkara núverandi heimur bara heldur fram, sum hann er. Tvørturímóti talar Bíblian um nýggjan himmal og nýggja jørð (Op 21,1).
Í tekstinum verður grikska orðið kainos brúkt, sum er tað orðið, vit týða við nýtt. Kainos lýsir ikki nakað nýtt í tíð, men nakað nýtt í dygd, støðu og dýrd – nakað, ið er heilt øðrvísi enn tað, sum var frammanundan. Talan er altso ikki um, nær nakað verður til, men um at dygdin í tí er nýggj.
Tí merkir tað, tá Jóhannes sær eina nýggja jørð, ikki neyðturviliga, at jørðin júst er vorðin til í landafrøðiligum ella evnisligum týdningi. Tað merkir, at talan er um eina jørð, sum í dýrd og støðu er langt handan alt tað, sum Jóhannes – og vit – kenna úr hesum heimi.
Um Gud skapar eina heilt aðra jørð, ella um hann leiðir verandi skapanarverk fram til eina fullkoming, ið nemur hæddir, vit ikki kenna til, sigur teksturin einki beinleiðis um. Bíblian leggur ikki dent á sjálva tilgongdina, men á úrslitið, ið alt veldst um: Gud ger alt nýtt.
Tó skal eisini sigast, at nøkur onnur skriftstøð kunnu skiljast soleiðis, at verandi skapningur skal verða umskapaður. Tá Paulus skrivar, at skapningurin sártar og bíðar eftir endurloysn, kann tað týda upp á, at verandi jørð skal bjargast undan undirgangi og rísa upp sum nakað nýtt. Henda tulkingin fær stuðul í Rómverjabrævinum, kapittul 8,21, har Paulus sigur: at eisini sjálvur skapningurin skal verða loystur úr trældómi forgongiligleikans til dýrdarfrælsis Guðs barna.
Paradísið er sostatt ikki ein flýggjan burtur frá tí skapta, men frelsa Guds til tað skapta. Jørðin verður ikki avtikin, men endurnýggjað. Á tann hátt kann man siga: Jú, paradísið hevur við jørðina at gera – men ikki soleiðis, sum vit kenna hana nú.
Er hav í paradísi?
Vit vita frá skapanarsøguni, at hav var í upprunaliga paradísinum. Gud skilti vøtnini og læt turrlendið koma undan. Spurningurin, um hav eisini skal vera á tí nýggju jørðini, hevur tó einki eintýðugt svar. Í Opinberingini 21,1 stendur: “og havið var ikki longur til.” Hetta merkir neyvan, at Gud hevur nakað ímóti vatni ella fiski. Versið kann eisini skiljast sum ein mynd. Í Bíbliuni er “havið” ofta ein mynd upp á órógv, ótryggleika og vondar megir – ella nakað, ið skilir fólk frá øðrum. Tá havið ikki er meira, kann tað tí benda á, at alt tað óróliga, hóttandi og óstýriliga er burtur.
Bíblian sigur einki greitt um, hvørt fiskað verður í paradísi. Summir bíbliutulkarar vilja tó vera við, at tá “deyðin ikki skal vera meira”, er ilt at ímynda sær, at fólk eta kjøt og fisk, soleiðis sum vit kenna tað í dag. Ein meira bókstavilig fatan av profetiunum hjá Jesaja 11,6-9 (samanber Jesaja 65,25) lýsir ein heim, har ránsdjór og fongdýr liva í friði: Leyvan etur hálm sum oksin, og barnið spælir við holuna hjá høggorminum uttan at koma til skaða.
Tað kann tó ikki avvísast fullkomiliga, at hesar myndir fyrst og fremst skulu skiljast sum ein sterk lýsing av tí friði, ið skal sermerkja tann nýggja skapningin. Bíbilsku tekstirnir leggja ikki høvuðsdent á, hvussu alt tekniskt fer at virka. Hinvegin eru teir sera týðiligir um tað, ið alt veldst um: At alt er endurloyst, og at øll hava tað gott.
Og tað gleðir ein stóran kjøtátara sum meg. 🙂
Hvat skulu vit gera – fer tað ikki at verða keðiligt?
Nógv halda, at vit í himlinum ikki gera annað enn at syngja lovsang dag og nátt. Bíblian talar jú um lovsang (Op 5,13), men hon sigur eisini nakað meira.
Hugsa vit aftur um upprunaliga paradísið, síggja vit, at Gud longu tá gav menniskjanum ábyrgd. Ádam varð settur at umsita skaparaverk Guds. Hann skuldi dyrka jørðina og røkja hana. Arbeiði er altso ikki ein beinleiðis fylgja av syndafallinum. Tvørturímóti hoyra arbeiði og ábyrgd til góðu skapanarskipan Guds.
Í Opinberingini 22,3-5 lesa vit, at tænarar Guds skulu tæna honum: “Og eingin bannseting skal longur vera til, og hásæti Guðs og lambsins skal vera í honum, og tænarar hansara skulu tæna honum.”
Einki stendur um, hvussu hendan tænastan ítøkiliga skal útinnast. Men síggja vit hana í ljósinum av tí tænastu, menniskjað hevði í upprunaliga paradísinum, er tað ikki órimiligt at ímynda sær, at hon eisini her fevnir um ábyrgd og uppgávur í mun til tað skapta. Munurin er, at hesa ferð hendir tað í einum heilt øðrum karmi enn tí, mong kenna frá sínum arbeiðslívi í dag.
Tí her er tað Gud sjálvur, ið býr mitt millum fólk sítt. Tann tætta og óstýrda samveran við Gud – og tann lovsangur og tilbiðjan, ið sprettur úr henni – er karmurin um eitt veruligt, virkið og innihaldsríkt lív á tí nýggju jørðini.
Bíblian gevur okkum ikki allar smálutir um gerandisdagin í paradísi, men hon sigur okkum meira enn nokk til at vita, at lívið har hvørki verður keðiligt, tómt ella uttan meining.
Carsten Fonsdal Mikkelsen, Trúboðari
Carsten Fonsdal Mikkelsen
