“Av øllum etiskum evnum er hetta tað truplasta”
Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu skipaði Etiska ráðið saman við Sjúkrarøktaretiska ráðnum og Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar mikudagin fyri eini ráðstevnu í Løkshøll um virkna deyðshjálp.
Sjálvt um evnið kanska ikki fyllir alt í gerandisdegnum hjá føroyingum júst nú, vísir formaðurin í Etiska ráðnum, Bergur Debes Joensen, á týdningin av at vera proaktivur og tora at viðgera tey sváru málini, áðrenn tey gerast akutt.
Í samrøðuni her setur Bergur orð á, hví vit eiga at taka lut í samfelagnum og kjakast um mál sum hesi – ikki bara fyri at geva okkara íkast, men eisini fyri at vit sjálv kunnu læra og gerast klókari.
Allar framløgurnar frá ráðstevnuni verða upptiknar og verða tøkar á heimasíðuni hjá Etiska ráðnum (etiskaradid.fo) um stutta tíð.
Carsten Fonsdal Mikkelsen
