Bíbliufelagið við nýggjari týðing av Nýggja Testamenti
Krists himmalsferðardag er ein serligur dagur í kirkjuárinum og hjá Føroyska Bíbliufelagnum, tí eftir fleiri ára arbeiði, kemur nú Nýggja Testamenti út í nýggjari, spennandi og vakrari útgávu.
Nýggja Testamenti kemur út nú, áðrenn øll Bíblian í nýggjari týðing kemur á marknaðin. Seinasta týðingin hjá Bíbliufelagnum úr frummálinum var í 1937.
Krists himmalsferðardag skipar Bíbliufelagið fyri gudstænastu í Vesturkirkjuni, har bispur, sum eisini er forseti í Føroyska Bíbliufelagnum, prædikar.
Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen, sum er ritstjóri og samskipari í Bíbliufelagnum, sigur frá týðingini av Nýggja Testamenti, sum eftir ætlan verður á marknaðinum longu í mai.
Prísurin á nýggju útgávuni er kr. 325, og um tú bíleggur útgávuna á heimasíðuni hjá Føroyska Bíbliufelagnum, fært tú Nýggja Testamenti borið til dyrnar. Heimasíðan eitur www.biblia.fo.
Gøtu kirkju ungdómskór syngur henda dagin.
Talvan gongur fyri heidningamissiónina hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum.
Gudstænastan verður teknmálstulkað við Edny og Eyðgunn frá fyritøkuni Vit tekna.
Eftir gudstænastuna verður kirkjukaffi, har høvi verður at heilsa uppá stýrislimirnar í Bíbliufelagnum og at bíleggja nýggju týðingina av Nýggja Testamenti.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Føroyska Bíbliufelagið
Ásbjørn Jacobsen
