Evangeliska læran viðgjørd á áhugatímum
Áhugatímarnir í høllini við Tjarnir vóru væl vitjaðir seinnapartin í dag
Tað vóru fýra gudfrøðingar, sum undirvístu um fýra grundleggjandi evnir í evangelisk-luthersku læruni, nú Heimamissiónin hevur Stórmøti við Tjarnir.
Tann fyrsti áhugatímin hevði heitið ”Dópur: Endurfødd til eitt nýtt lív.” Tað var Øssur Kjølbro, prestur, sum undirvísti.
Annar tímin hevði heitið ”Altarborðið: Føði til tað æviga lívið”. Tað var Ovi Brim, próstur, sum undirvísti.
Triði tímin hevði heitið ”Bíblian: Myndugleiki og náðimiðil”. Tað var Bergur Debes Joensen, prestur, sum undirvísti.
Fjórði tímin hevur heitið “Luther og tey tvey valdini: Hvussu hevur Gud skipað heimin?” Tað var Jákup Reinert Hansen, ph.d., lektari í kirkjusøgu í Fróðskaparsetrinum, ið undirvísti.
Høvið var eisini hjá fólki at seta fyrilestrahaldarum spurningar.
Klokkan 15 og 16.30
Áhugatímarnir vórðu hildnir tvær ferðir. bæði klokkan 15.00 og 16.30.
Fólk høvdu tí møguleika at hoyra tveir av áhugatímunum, júst teir, sum tey hava áhuga at hoyra.
Eftir áhugatímarnar var ein nátturðabiti, áðrenn møti byrjaði klokkan 19.00.
Í morgun var høvi hjá fólk at vitja nýggju skrivstovuni hjá Heimamissiónini í Pedda við Stein Gøtu 10. Væl av fólki vóru og vitjaðu.
Carsten Fonsdal Mikkelsen
