Nýggj kirkjustova latin upp í Kollafirði

Á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni verður sagt frá, at Kollafjarðar kirkja nú hevur fingið eina nýggja kirkjustovu. Hølini eru í fyrrverandi kaféini við Sjógv, í ovara enda av Handlinum hjá Børga (CAJ), og skulu nýtast til kirkjukaffi og onnur savnandi tiltøk.

Sambært Jan Terja Edmundsson, næstformanni í kirkjuráðnum, er endamálið at skapa eitt opið og hugnaligt stað, har fólk í øllum aldri kunnu koma saman. Hann leggur dent á týdningin av felagsskapi og teimum góðu samrøðunum, sum kunnu verða til stuðul og gleði í gerandisdegnum.

Kirkjuráðið sær eisini møguleikar fyri øðrum tiltøkum í kirkjustovuni, eitt nú sangi, hugnakvøldum og tiltøkum, sum kunnu styrkja samanhaldið í bygdini.

Eftir gudstænastuna sunnudagin varð farið yvir í nýggju kirkjustovuna til kirkjukaffi. Samstundis kundu kirkjugestir tekna seg at hjálpa til við baking og matgerð, so fleiri kunnu vera við at bera arbeiðið.

Kelda: Fólkakirkjan.fo / Hilmar Jan Hansen.