Føroyingar vitja á Eysturlandinum
Tá Norrøna klokkan 13.00 týsdagin, loysti frá bryggju í Havn, við kós móti Íslandi, var Íslandstoymið hjá Heimamissiónini/Sjómansmissiónini við umborð.
Íslandstoymið eru 10 fólk, tann tíggindi býr í Íslandi, sum í átta dagar fara at ferðast til býir og bygdir á Eysturlandinum, við sangi, spæli og vitnisburði um Jesus Kristus.
Toymið kemur at búgva í einum leguhúsi við Eyðar skamt frá Egilsstaðir, og koyra haðani út á bygdirnar.
Í flestu býum/bygdum vitjar toymið Ellisheim seinnapartin og hevur sang og vitniløtu í kirkjuni seinni um dagin ella um kvøldið.
Sungið verður á føroyskum og íslendskum. Andaktir og vitnisburðar verða tulkaðir til íslendskt.
Øll eru vælkomin til løturnar. Toymið takkar fyri forbøn.
Meiri verður at frætta seinni.
Skráin fyrstu dagarnar er hendan:
Mikudagin 6. mai á Seyðisfjørði: Kl.14 á Ellisheininum. Kl.19 í kirkjuni.
Leygardagur 9. mai. Neskaupstaður. Kl.14 á Eldrasambýlið. Kl.19 í kirkjuni.
Sunnudagur 10. mai. Eskifjørður. Kl.14. Eldrasambýlið. Kl.17 í Tónleika- og kirkjumiðstøðini.
Torleif Johannesen
