Nógv vitjandi til opið hús á nýggju skrivstovuni
Kirkjuliga Heimamissiónin hevði opið hús í dag á nýggju høvuðsskrivstovuni á Pedda við Stein Gøtu í Havn, og nógv fólk nýttu høvið at koma á gátt.
Vitjandi kundu síggja nýggju umstøðurnar og fáa innlit í virksemið, sum framyvir fer fram á skrivstovuni. Fólk hugdu runt í húsinum, hittust til prát og hugnaðu sær saman.
Við borðini í Nicolinustovu vóru góðar samrøður um søguna og um framtíðina. Nicolinustova er uppkallað eftir Nicolinu Højgaard, sum stovnaði barnaheimið, ið áður hevur húsast í bygninginum í meira enn hálvthundrað ár. Í dag verður hølið brúkt sum bókahandil, kafé og fundarhøli hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.
Eisini var okkurt gott til góman, meðan fólk vitjaðu og hugdu at teimum umvældu hølunum. Dagurin var merktur av takksemi, hugna og gleði um teir nýggju karmarnar, sum nú mynda miðdepilin fyri arbeiðið hjá Heimamissiónini.
Carsten Fonsdal Mikkelsen



