Samtalubólkur fyri fólk í sorg og lívskreppum
Í vár verður skipað fyri einum samtalubólki í Eiðis prestagarði fyri fólk, sum bera sorg, hava upplivað miss ella standa í einari truplari lívsstøðu. Tað skrivar folkakirkjan.fo.
Samtalubólkurin tekur støði í bíbilskari sálarrøkt, einum altjóða viðurkendum og granskingargrundaðum háttalagi, sum verður nýtt til at hjálpa fólki, ið hava upplivað miss og sálarløst.
Endamálið er at skapa eitt trygt og trúnaðarligt rúm, har luttakararnir kunnu arbeiða við sorg og svárum upplivingum, fáa størri innlit í sálarløst og hugleiða um, hvat Bíblian sigur um líðing, troyst og vón.
Fundirnir verða í Eiðis prestagarði sjey hóskvøld frá 8. apríl til 27. mai 2027, hvørja ferð frá klokkan 19 til 21.
Øll, sum luttaka, hava tagnarskyldu. Fyriskipararnir leggja dent á, at missurin ikki eigur at vera hendur innan fyri seinasta hálva árið.
Áhugað kunnu venda sær til Jonhard Jógvansson, sóknarprest, á jonhard@kirkjan.fo, ella Tordis Kristiansdóttir, serlækna, á torkr@ls.fo.
Meira kunning um samtalubólkin og tilmelding er at finna á folkakirkjan.fo.
Carsten Fonsdal Mikkelsen


