Agape fær vitjan av Steen Palmqvist í næstum
Nógvir spennandi fyrilestrar verða at hoyra.
- Leygardagin 31. okt. kl. 11.00 í Missiónshúsinum Bethania í Gøtu
“Kærleiki til síðstu løtu”
Flestu okkara halda at tað eru ósemjurnar, sum skilja okkum sundur, men í roynd og veru, eru ósemjurnar bara eitt eyðkenni av onkrum, ið vit ikki hava tikið hond um. Veruliga orsøkin kemur upp, tá vit trívast allarbest. Kom og hoyr hvat hevur verið frammanundan. - Sunnukvøldið 1. nov. kl. 19.30 í Kelduni
”Sæddur, hoyrdur og viðurkendur”
Gud hevur skapt okkum øll við hesum grundleggjandi tørvunum. Verða teir møttir, veksur okkara sjálvsvirði og trivnaður, og øvugt, men hvussu gera vit? - Mánakvødið 2. nov. kl. 19.30 í Vesturkirkjuni
“Hvussu vera móti tí sum fremur valdsgerðina?”
Eitt tað ringasta er, tá onkur misnýtir eitt barn. Tað mest natúrliga er at fordøma og revsa – men er tað einasti vegurin fram - Týskvøldið 3. nov. kl. 19.30 í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági
“Familjan – ein avbjóðing”
Familjan er sjálvt grundarlagið undir okkara tilveru. Uttan familjuna – so steðgar alt upp. Í familjuni hava vit okkara samleika og okkara virði – og har heinta vit megi til framtíðar avbjóðingar. At hava ábyrgd fyri einari familju er tí ein ógvuliga stór avbjóðing, ið tyngir mong foreldur. Men familjan er eisini staðið, har størsta gleðin verður ment og upplivað, um vit skilja “mekanismurnar” í familjuni. - Hóskvøldið 5. nov. kl. 19.30 í Lívdini
”Børn í familjuni”
Hvussu er samband okkara við børn og juniorar í familjuni. Hvussu møta vit teimum og seta mørk, sum eru týdningarmikil og neyðug.
Tiltøkini eru ókeypis, men høvi verður at lata eina peningagávu. Øll eru vælkomin.
Felagið Agape
Carsten Fonsdal Mikkelsen




