Stórt bókaborð undir Stórmøtunum
Nógvar góðar kristiligar bøkur eru at fáa, tá ið Heimamissiónin hevur Stórmøti við Tjarnir 23.-25. oktober. Umframt bøkur eru hettutroyggjur, sweettroyggjur, keppar, vatndunkar og nógv, nógv annað at fáa.
– Vit hava keypt nógv spennandi heim til Stórmøtini. Talan er um hópin av góðum og spennandi kristiligum bókum, sigur Kristianna Johannesen, forlagsleiðari á Heimamissiónsforlagnum.
Veking
Ein av nýggju bókunum á bókaborðinum er bókin Vækkelsen, sum Jørgen Hedager Nielsen hevur skrivað.
Talan er um eina danska skaldsøgu, sum fer fram í tíðini frá 1890-1910, tá ið stórar vekingar vóru í Danmark. Vekingarnar vóru so stórar, at millum 10 og 20 prosent av fólkinum í Danmark vórðu beinleiðis ávirkað av vekingunum.
Nógvar aðrar bøkur um ymisk kristilig evni eru eisini at fáa, bæði á føroyskum, norðurlendskum og enskum.

Nýggja týðingin av Nýggja Testamenti
– Ein av bókunum, ið hevur selt væl seinastu tíðina, er nýggja týðingin av Nýggja Testamenti, sum Hans Jacob Joensen, hevur týtt. Hon verður eisini at fáa við Tjarnir, sigur Kristianna Johannesen.
Myndakalendarin 2027
Myndakalendaran 2027, sum er eitt stuðulsátak fyri útbyggingini av Leguhúsinum í Nesvík, er eisini at fáa. Hetta er 10. árið, kalendarin kemur út.
Finnleif Mortensen hevur tikið vøkru myndirnar.
Í kalendaranum eru upplýsingar um hægstu fjøllini í landinum, størstu vøtnini og annað. Tekstir eru bæði á føroyskum og enskum.
Myndakalendarin er eitt hugskot, tá ið fyritøkur geva jólagávur til síni starvsfólk.
Klæðir, keppar og annað
Tilfar er eisini til børn. Millum annað ”Mín smábarna bíblia” og ”Mítt egna krubbuspæl”.
Ungdómurin dámar væl at ganga í klæðum, sum siga, hvar tey hoyra til. Tí hevur HMU gjørt hettutroyggjur og sweettroyggjur, sum kunnu fáast á Stórmøtunum.

Spírar, sunnudagsskúlin á netinum, sum á nýggjárinum bleiv ein partur av arbeiðinum hjá Heimamissiónini, hevur eisini býlagt klæðir, keppar og vatndunkar, sum eru at fáa til keyps.
Manna.fo
Heimamissiónsforlagið rekur nethandilin Manna.fo. Har er møguleiki at leita og keypa bøkur og annað tilfar, og so at fáa tað sent til dyrnar.
Heimamissiónsforlagið arbeiðir eisini við at útgeva føroyskt kristiligt tilfar – bæði uppruna føroyskt og týtt.
Trúboðin


