Det epokegørende evangelie
“Evangeliið” er ein partur av kristindómsins kjarnu. Tað er tí trupult at hugsa sær ein meira sentralan gudfrøðiligan spurning enn “hvat hevur evangeliið at týða?” Kortini er “evangeliið” eitt hugtak, sum er trupult at seta á frymil, og tess týdningur er í dag nakað, sum nógv kjak hevur staðist av í tí nýtestamentligu granskingini.
Í bókini kannar Morten Hørning Jensen, hvussu “evangeliið” skal skiljast. Við fyrstu setningunum í Markusar evangeliinum sum byrjanarstøði og við brúk av evangelii-orðum í Gamla Testamenti, lýsir hann týdningin av hugtakinum og tess sermerktu frágreiðing hjá Markusi. Her kemur “evangeliið” fram sum samanseting av sigri og sóning, av Guds ríki og krossinum.
Bókin er bygd á doktararitgerð hjá Morten Hørning Jensen, miðlað við málsligum smidleika og námsfrøðiligum yvirskoti.
Bókin kostar 350 kr og kann keypast her: Det epokegørende evangelie— Manna.fo
Kristianna Johannesen
