Ein góð gáva! 

At lesa eina góða bók ella at geva eina góða bók kann broyta nógv í einum mannalívi. 

Eitt gott Guds orð hvønn dag er gott. Við at lesa eitt andaktsstykki hvønn dag, styrkist okkara trúgv. Á manna.fo eru nógvar andaktsbøkur – eisini føroyskar. t.d. 

Eitt er neyðugt 

Ætlanin við hesi andaktsbók er at boða einfaldan, greiðan og lívgevandi boðskap um Jesus. Fleiri av andaktunum vísa á tað eina, sum er neyðugt: Jesus – frelsaran fyri glataðar syndarar. 

Sí bókaummæli her: Eitt er neyðugt 

 


Livandi steinar 

Sum prestur og sálarrøktari hevði rithøvundurin, George Johnsen, nógvar royndir og upplivingar úr gerandisdegnun hjá fólki. 

Hesi ymsu lívskor – sum vit ivaleyst eisini kenna nakað til – eru dømi, sum hann knýtir í andaktirnar til tess at lýsa og seta dagsins orð í rætta perspektivið. 

Hesum er hann meistari í. 

Hetta letur á ein einfaldan og greiðan hátt upp Guds orðið fyri lesaranum, so hann fær nakað burturúr og fær svar uppá spurningar – bæði bíbilskar og persónligar.


‘Kraft av nýggjum 

Andaktsbókin Kraft av nýggjum hevur verið sera nógv brúkt her á landi og verið mongum til gleði og signingar. 

Bókin er ætlað teimum ungu, men er gagnlig hjá øllum at lesa. Her eru áhugaverdar søgur, og nógv viðkomandi evni verða viðgørd, sum hava við trúgv og lív at gera. 

Bókin er dupult so stór, sum tann gamla útgávan. 


Saman við Jesusi  – Barna- og familjuandaktsbók. 

Við eini andakt hvønn dag í árinum koma vit, saman við Benta Graugaard Nielsen, víða um í kristnu trúnni. Vit fylgja við hvussu árstíðirnar og kirkjuárið broytist. Bókin er løtt at lesa, og prýdd við vøkrum pappírsklippum. 

Hava tit ella ynskja tit at hava familjuandakt heima hvønn dag, so er henda andaktsbók ein góð íløga 


Nethandilin manna.fo hevur hópin av bókum til allar aldursbólkar og til allskins tørvir.  

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina