Ein frálík bók til føstuna

Nógv avhildna bókin “Við honum út á Golgata, smálestrar til føstuna”, er sera væl egnað at lesa í føstuni. Føstuinngangur er sunnudagin 2. mars.

Bókin fylgir Jesusi, hansara líðingargongd fra Getsemane til Golgata. Talan er um 43 lestrar, stuttir tó djúpir, sum hjálpa lesaranum gjøgnum føstuna at hugsa um Jesu líðing.

Hon er trúarstyrkjandi og gevur troyst, og er eitt gott amboð til at ogna sær boðskapin um Jesu deyða og uppreisn, páskaboðskapin.

Bókin er skrivað av kenda norska høvundanum Fredrik Wisløff. Petur Jacob Sigvardsen føroyskaði.

Bókin er at tøk á Manna.fo og kostar 225,- kr.

Niðanfyri sæst video, har Torleif Johannesen, viðmælir og ummælir bókina.

LES EISINI  Bókaummæli: Vær ikke bekymrede for noget
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina