Signar á Reynatrøð: Mítt ynski og mín vón fyri framtíðina
Mítt ynski og mín vón fyri føstuna og nærmastu framtíð er, at Gud sendir okkum eina hjartanemandi andliga veking, har hvørt mansbarn vendir sær til Jesus Kristus í bøn og tøkk um bjarging. Ja, at vit kenna Guðs neista, sum kann festa í hjá tí einstaka til frelsu og endurnýggjan.
Mín bøn
Samstundis er mín bøn, at Gud gevur okkum frímóð og dirvi til at boða sannleikan og friðin í Jesusi til øll menniskju í einum ótryggum heimi, sum júst hungrar eftir sannleikanum og friðinum í øllum ruðuleikanum? Ja, lat okkum standa fast við kristnu grundvirðini her á landi.
Heimurin ridlar
Tað kemur meira og meira til sjóndar, at heimurin á so mongum økjum er farin av knóranum. Menniskju eru óttafull og stúrin um morgindagin og vita ikki síni livandi ráð – eisini her hjá okkum.
Jesus gevur frið
Tá er gott at hoyra ráðini frá Jesusi, sum fyri mongum árum síðan staðfesti: “Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki!” (Jóh. 14,27). Hansara orð eru galdandi morgun og kvøld, og tá ið tað er ljóst og myrkt í lívinum.
Legg Guðs orð í geyma
Hetta minnir meg á friðsælu heilsanina, sum eg fekk í Guðs orði frá presti, tá ið eg stóð sum konfirmantur einaferð í seinastu øld: “Hjarta tykkara verið ikki óttafult! Trúgvið á Guð, og trúgvið á meg!” (Jóh. 14,1). Einfalt. Hóast eg mangan havi snávað, so hevur hann verið trúfastur allan vegin.
Jesu nærvera er neyðug
Hvat kann vera betri, enn at kenna Jesu frið og hvíla í hansara nærveru hvønn dag? Samstundis ynski eg fram um alt at vera saman við honum í ævinleikanum, har ævigu kostirnir fyri eitt og hvørt menniskja eru tvinnir.
Hjartans ynski
Eg kann ongan frelsa, men eg kenni ein, “sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan.” (1. Tim. 2,4) Sama hjartans ynski hevði Paulus og so mong onnur við honum og mær. (Róm. 10,1)
Náðitíðin er stutt
Náðitíðin hjá okkum liggur í miðal um góð 80 ár í hesum syndiga heimi. Men tað er á ongan hátt ráðiligt at bíða við at taka ímóti frelsuni í Jesusi Kristi. Nú er løtan. Verkið er fullgjørt. Vit hava einki at rósa okkum av. Tí mugu vit í eyðmýkt siga sum tollarin í templinum: “Guð náði meg syndara.” (Luk. 18,13)
Millummaðurin
Jesus hekk í miðjuni ímillum tveir ránsmenn. Annar goymdi ikki sítt gudloysi, og hann spottaði Jesus alment. Mítt hjartans ynski og mín vón er, at hvørt mansbarn tekur undir við bønini hjá hinum ránsmanninum, sum segði: “Jesus, minst til mín”. (Luk. 23,42).
Vel røttu síðuna
Tað er nógv, sum bendir á, at hesir báðir ránsmenninir fingu hvør sína heilsan frá millummanninum seinni sama dag. Mín staðiliga áheitan skal vera, at hvør einstakur velur røttu síðuna?