Hvat er at biðja?
Matteusarevangeliið endurgevur fimm stórar talur hjá Jesusi:
Fjallatalan (kap. 5-7)
Útsendingartalan (kap. 10)
Líknilsistalan (kap. 13)
Meinigheitstalan (kap. 18)
Endatíðartalan (kap. 24-25)
Í onkrum av hesum talum lærir Jesus okkum eitt sindur um bøn. Nakað av tí, sum hann her sigur, kann vera til hjálpar hjá okkum, tá tað ræður um at finna svar upp á spurningin, vit seta: Hvat er at biðja?
Eg fari at biðja teg leita fram Fjallataluna, ta fyrstu av teimum talum, sum Jesus helt, sum er endurgivin í Matteusarevangeliinum. Les spakuliga gjøgnum tað, sum Jesus sigur í kapittul 6,5-15. Hvat læra vit her um bøn?
Í hesum brotinum lærir Jesus okkum tvey viðurskifti um, hvat bøn ikki er.
Fyrst: Bøn er ikki at bergtaka menniskju!
Sí 5.-6. vers.
Jesus talar um “hyklarar”. Orðið, sum hann brúkar, er eitt vanligt grikskt orð fyri “sjónleikara”; so statt ein, sum roynir at gera seg upp fyri fólki. Sjónleikarin sýnir seg fram fyri øðrum. Hann roynir at geva seg út fyri ein annan, enn tann, hann sjálvur er.
Á Jesu døgum vóru tað menniskju, sum háttaðu sær soleiðis, tá ið tey skuldu biðja. Tey stillaðu seg upp á sjónligum støðum at biðja. Grundin var, at tey á henda hátt vildu ávirka onnur, so at tey eisini fingu hug at biðja. Men úrslitið varð ofta fals og kávalæti. Bøn skal ikki nýtast á henda hátt, sigur Jesus.
Ístaðin fortelur Jesus okkum um loynikamarið, tað loyniliga rúmið, har Gud vil møta tí, sum biður.
Tað eru støð aftanfyri stongdar dyr, har Guds børn kunnu tosa út í trúnaði við sín Faðir í himlinum. Gud er í loyndum og sær í loyndum. Her vil hann møta sínum børnum og sýna seg stóran og sjónligan í teirra gerandislívi. Bøn er samrøða millum barnið og tess himmalska Faðir í trúnaði.
Víðari: Bøn er ikki at bergtaka Gud!
Sí 7.-14. vers.
Jesus fortelur síðan um “heidningarnar”. Teir eru menniskju, sum ikki kenna tann livandi Gud. Teir halda, at møguleiki fyri bønarsvari økist, tá ið tann, sum biður, brúkar nógv orð. – Nei, sigur Jesus. Bøn er ikki at virka orð. Bøn er vissa um, at eg havi ein Faðir í himlinum, sum veit, hvat mær tørvar, áðrenn eg biði til hansara!
Tá ið eg kortini skal biðja, er tað, tí at eg soleiðis lati hann koma inn í alt tað ymiska, mær tørvar. Bæði í gleðina og í pínuna.
Síðan heldur Jesus fram at læra okkum “Faðir Vár”, ein bøn, har hann í fáum orðum lærir okkum at orða tað týdningarmesta, okkum tørvar. Hesa bønina skulu vit steðga nærri við seinni.
Bøn er ikki ein spurningur um nógv ella fá orð. Tann orðaleysa bønin er ofta tann besta bønin! Bøn er rætturin hjá tí hjálparleysa at leggja sítt lív í Harrans hond undir øllum lívsins viðurskiftum!
Til umhugsanar
– Bøn er at lata Jesus inn í sína neyð.
Ole Hallesby
Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)
Hjørleif Poulsen týddi