Bíbliubólkur í báti
Í missiónshúsinum Tabor á Toftum er ein bíbliubólkur við gentum, sum kallast Joy. Tað eru gentur frá 14 ára aldri og uppeftir, sum savnast týskvøld kl.20.
Vanliga savnast tær í heimum hjá gentunum í bólkinum og eru 10 -12 í tali.
Tær lesa í bíbliuni og samtala um tekstin. Tær hava gjøgnumgingið nøkur av brøvunum í Bíbliuni, lisið og samtala um ymiskar kvinnur í Bíbliuni, og havt evniskvøld. Viðhvørt kemur onkur eldri at vitjað og gjøgnumgongur okkurt evni,
Í gjárkvøldið var ætlanin at hava løtuna úti, niðri við bátahylin á Toftum. Lotið var ikki so lýtt sum tær høvdu roknað við, so tær høvdu ístaðin løtuna í bátinum hjá pápa eina av gentunum. Tað var nýtt og øðrvísi, og tær hugnaðu sær.
Tá spurt var hvussu tað var at hava bíbliuløtuna í báti, var svarið:
– Hetta er ordiliga hugnaligt og øðrvísi – og eingin hevur sjóverk, svaraðu tær skemtandi. Hetta hava vit ikki roynt áður, men upplivingin er góð. Vit hava kakao við og hugna okkum meðan vit tosað um tekstin.
Allar gentur 14 ár og eldri eru vælkomnar í Joy, søgdu tær, brosandi.
Jesus hevði ofta bíbliuundirvising í og frá báti, so kanska løtan kann kallast “bíbilsk”.
Møguliga løtan í bátinum stimbrar tær í at koma við í sjómanskvinnuringin.
Torleif Johannesen


