Fyrireikað Stórmøtini síðani tíðliga í vár
– Vit gleða okkum til Stórmøtini og vóna at síggja fólk úr øllum landinum til hetta árliga stóra tiltakið hjá Heimamissiónini. Karmarnir við Tjarnir eru góðir, og fortreytirnar eiga at vera fyri einum sera góðum tiltaki, sigur Heini Kristiansen, ið er eitt av fólkunum, sum hava fyrireikað Stórmøtini 2026.
Sjey fólk hava síðani tíðliga í vár arbeitt saman við leiðsluni í Kirkjuligu Heimamissiónini at fyrireika Stórmøtini, sum vera við Tjarnir í Havn nú um vikuskiftið, 23.-25. oktober.
Bólkurin hevur umboð úr missiónsarbeiðum ymsastaðni um landið.
Í bólkinum eru: Heini Kristiansen (Toftir – tovhaldari), Kartin Høgnesen (Leirvík – HM starvsfólk), Bogi Nón (Fuglafjørður), Lydia Samson (Klaksvík), Maria Garðsá (Tórshavn), Jütta Reynslág (Argir) og Fróði Hansen (Sandavágur).

Fundir við Tjarnir og um landið
– Fyrireikingarbólkurin hevur arbeitt miðvíst síðani apríl. Bólkurin hevur havt fund umleið eina ferð um mánaðin, og uppgávulisti er gjørdur, og ábyrgdarpersónar settir á. Síðani hevur arbeiðið snúð seg mest um at fylgja upp, um uppgávurnar eru í gongd ella loystar, sigur Heini Kristinasen.
Fundirnir hava verið við Tjarnir og um landið, har ið ymsu limirnir í bólkinum hava verið vertir.
Fólk eru fús at hjálpa
Tað eru sera nógv fólk, sum hava ymsar uppgávur, tá ið Stórmøti eru. Og tey flestu arbeiða sjálvboðið.
Millum annað hevur uppgávan hjá bólkinum verið at finna forsangarar, teknikarar, fólk at gera høllina klára, fólk at baka og skipa fyri mati til tey ymisku tiltøkini, finna parkeringsvaktir og nógv annað.
– Tað hevur gingið væl. Fólk eru fús at hjálpa til og átaka sær uppgávur. Vit royna eisini at biðja fólk um landið, sigur Heini Kristiansen.
Júst hvussu nógv fólk hjálpa til við ymiskum uppgávum er ikki greitt, men talan er helst um fleiri hundrað.
Gera okkara at tað skal eydnast væl
– Tað krevur sjálvandi eitt sindur at fyrireika, men tað er tó ikki óyvirkomiligt. Tað er fundarvirksemi og so at seta ting í gongd ímillum fundir. Vit eru øll spent uppá at gera okkara til, at Stórmøtini verða væl eydnað sum tiltak, sigur Heini Kristiansen.
Trúboðin


