Heimamissiónin flutt inn í nýggj hølir

Høvuðsskrivstovan hjá Heimamissiónini er flutt inn á gamla barnaheimið mitt í Tórshavn. Flytingin hongur m.a. saman við einum ynski um betri pláss til leguvirksemi í Nesvík og at vera tættari at fólki í gerandisdegnum. Seinastu vikurnar eru starvsfólkini flutt úr Leguhúsinum, so fleiri kunnu fáa møguleika at koma á legu. Allar barnalegurnar í summar eru longu fullteknaðar, og tørvurin á meira plássi er týðuligur. Ætlanin er at fáa fleiri pláss í komandi ár.

Í gjár varð flytingin hátíðarhildin við morgunkaffi á nýggju skrivstovuni. Fleiri úr høvuðsstýrinum vóru við, teirra millum formaðurin Heri Kjærbo. Hann takkaði hjartaliga fyri arbeiðið hjá starvsfólkunum og endaði við at lýsa signingina yvir bæði starvsfólk og arbeiðið.

Aðalskrivarin Jákup Brúsá gleddi seg um nýggju karmarnar og legði dent á, at staðsetingin mitt í høvuðsstaðnum er ein stórur møguleiki fyri arbeiðið framyvir. Haðani eru góðir møguleikar at koma í samband við fólk og at gera arbeiðið meira sjónligt í gerandisdegnum.

LES EISINI  Kom á Ársmøti í Nesvík

Arbeiðið er tað sama sum altíð: Heimamissiónin vil bera Guds orð til menniskju. Tíðirnar broytast, og tí mugu karmarnir fylgja við. Tí var tað ein serstøk løta, tá Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen frá Bíbliufelagnum kom inn um dyrnar við Nýggja testamenti í nýggjari týðing, sum júst er prentað. Hetta gjørdist ein sterk mynd av degnum. Boðskapurin er hin sami – evangeliið, sum kirkjan hevur fingið, stendur fast. Samstundis fáa orðini og arbeiðið við at bera tey fram ein form, sum hóskar til tørvin í okkara tíð.

Starvsfólkini hjá Heimamissiónini eru nú væl fyrireikað at bera tað gamla og tíðarleysa orðið víðari á einum máli, sum fólk kunnu lesa. Frá einum nýggjum stað mitt í høvuðsstaðnum.

Tað var ein serstøk løta, tá Katrin Elisabeth Lydersen Jacobsen (th) frá Bíbliufelagnum kom inn um dyrnar við Nýggja testamenti í nýggjari týðing.
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina