Skrivstovan hjá Heimamissiónini flytur inn á Føroya Barnaheim

Í morgin, mánadagin 11. mai, er flytidagur.

Vit hava leingi arbeitt við at flyta okkara skrivstovu úr Leguhúsinum í Nesvík – og nú eru fyrireikingarnar komnar somikið langt, at í morgin flyta vit inn í nýggj hølir á Føroya Barnaheimi í Havn. Ein rúgva av sjálvbodnum hava hjálpt til, okkara starvsfólk hava kýtt seg, og vit hava fingið stóra vælvild frá mongum. Takk til tykkum øll!

Í hesum sambandi er okkara skrivstova stongd mánadagin 11/5 – og okkara dagliga virksemi er órógvað hesa vikuna, men telefonin svarar tó sum vant týsdagin til hósdagin kl. 09-12 og fríggjadagin kl. 09-15. Haldið okkum til góðar! Eisini ber til at skriva til okkum á info@mission.fo.

Framyvir verður okkara dagliga skrivstova á barnaheiminum á Pedda við Stein Gøtu 10 í Tórshavn. Vit tóku á nýggjárinum yvir leigumálið av bygninginum og koma at húsast í parti av bygninginum, meðan ein partur framvegis verður leigaður út til ukrainskar flóttar.

LES EISINI  Kom á Ársmøti í Nesvík

Hví flyta vit?

Leguhúsið í Nesvík er framvegis karmur um størsta partin av okkara leguvirksemi. Tað er gravgangur eftir at sleppa á summarlegu, og bíðilistarnir til fleiri barnalegur eru fullir, so vit tíverri ikki hava pláss til øll børnini, sum ynskja at sleppa við. Vit koma eftir flytingina at víðka um karmarnar í Leguhúsinum, so vit fáa pláss til fleiri børn, ung og familjur og betri karmar til leiðarar og hjálparfólk til okkara legur.

Við flytingini koma vit eisini í gerandisdegnum at vera tættari at stórum parti av Føroya fólki – og okkara virksemi fevnir breitt um barna- og familjuarbeiði, ungdómsarbeiði, forlag, miðlavirksemi, sjómansmissión, trúboðarar kring landið, útimissión v.m.

Okkara fremsta endamál er at vekja upp trúarlívið og menna felagsskap teirra trúgvandi, heima og úti. Takk um tú vilt standa saman við okkum í hesum týðandi kalli og máli. Og takk fyri forbøn og stuðuli til okkara arbeiði.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina