Meðan vit bíða 1. partur

Adventin: um- og djúphugsni

Ver tilbúgvin

Hvat virði hava fýra vikur í vón og væntan fram móti jólum? Sagt á annan hátt: hví advent? Sum vit fara at síggja, fyrsta, av fýra umhugsana sunnudøgum, eru eini góð ráð, tey at vera fyrireikað/ur at taka ímóti Harrans signing. Um jólini skulu verða andliga væleydnað, eru vit noydd at stríðast fyri hesum; og mátin at gera hetta, eitur: fyrireiking         

Les Lukas 1,1-25

Hetta kom, blítt sagt, Sakariasi, dátt við. Hann var fyri langari tíð síðan, givin at hugsa hetta. Bæði hann og konan, Elisabet, vóru so við og við vorðin gomul; men nú kom ein engil, ið boðaði Elisabet frá, at hon var við barn. Hann var als ikki fyrireikaður. Bønin, hann hevði biðið av hjarta í mong ár, varð nú langt aftaná vorðin veruleiki. Hann var givin at hugsa um hetta.

Hann kundi havt hugsað um sítt egna navn, Sakarias, ið merkir: Gud minnist! Men ístaðin hevði hann nokk lýtt á orð frá tí ónda, ið aftur og aftur teskaði honum í oyrað: -Gud hevur gloymt teg! Ivin hevði fingið fastatøkur á honum og trúði ikki longur orðið, eingilin bar.

Men Sakarias, Gud minnist! Og Jóhannes, sonur ivaran, fekk uppgávuna at slætta veg Harrans, so fólkið var fyrireikað at taka ímóti størstu signingini av øllum; tí eitt enn størri undur var á veg, og hetta mugu vit vera fyrireikað til at taka ímóti.                 

LES EISINI  Hugleiðing um jólini

Orð til um- og djúphugsni, næstu viku

Vikuorðið: Og Sakarias segði við eingilin: «Av hvørjum skal eg vita hetta vist?” (Lukas 1,18)

Vikuspurningurin: Eri eg til reiðar at taka ímóti tí, Gud býður hesi jólini?

Skriva vikuorðið og spurningin:

CFM hevur skrivað / H.D. Joensen, umsetti

Lukas 1,1-25
Av teirri grund at mangir hava tikið sær fyri at seta saman eina frásøgn um tær hendingar, sum hava tilborist hjá okkum, soleiðis sum teir, sum í fyrstuni vóru eygnavitni og síðan gjørdust tænarar orðsins, hava sagt fyri okkum, so havi eg eisini sett mær fyri, eftir at eg havi rannsakað alt gjølla frá upphavi, at skriva um tað, hvørt aftan á annað, til tín, hávirdi Teofilus, til tess at tú kanst vera førur fyri at kanna um, hvussu álítandi tann frágreiðingin er, sum tú hevur hoyrt sagda. 
Á døgum Heródesar, Júdeukongs, var ein prestur, at navni nevndur Sakarias, av Ábias skifti; og hann hevði konu av døtrum Árons, og var navn hennara Elisabet. Men tey vóru bæði rættvís fyri Guði og livdu rættiliga eftir øllum boðum og fyriskipanum Harrans. Og tey áttu einki barn, av tí at Elisabet var ein ófrukt, og bæði vóru tey komin væl til aldurs.

Men tað bar so á, meðan hann gjørdi prestatænastu fyri Guði eftir skipanini fyri skifti sínum, at tað líknaðist honum, soleiðis sum siðurin var í prestatænastuni, at fara inn í Harrans tempul og bera fram roykilsisoffur. Og øll mannfjøldin stóð fyri uttan og helt bøn í teirri stund, meðan roykilsisoffurið varð ofrað. Men ein eingil Harrans sýndist fyri honum, standandi høgrumegin við roykilsisaltarið. Og Sakariasi varð dátt við, tá ið hann sá hann, og ræðsla kom á hann; men eingilin segði við hann: «Óttast ikki, Sakarias, tí at bøn tín er hoyrd, og Elisabet, kona tín, skal føða tær ein son, og tú skalt lata hann eita Jóhannes. Og tær skal gleði og fagnaður verða fyri, og mangir skulu fegnast um føðing hansara; tí at hann skal verða mikil fyri eygum Harrans. Og vín og sterkan drykk skal hann ikki drekka, og alt frá móðurlívi skal hann fyllast av heilagum anda; og mongum av børnum Ísraels skal hann venda um til Harrans, Guðs teirra. Og sjálvur skal hann ganga undan fyri ásjón hansara í anda og kraft Eliasar, til tess at venda hjørtum fedranna at børnunum og hinum ólýdnu at sinnalaginum hjá rættvísum, til tess at vinna Harranum eitt vælbúgvið fólk.» Og Sakarias segði við eingilin: «Av hvørjum skal eg vita hetta vist? Tí at eg eri ein gamal maður, og kona mín er komin væl til aldurs.» Og eingilin svaraði og segði við hann: «Eg eri Gabriel, sum standi fyri andliti Guðs, og eg eri sendur út at tala til tín og at bera tær hesi gleðiboðini. Og sí, tú skalt verða málleysur og ikki fáa talað inntil tann dag, tá ið hetta hendir, aftur fyri at tú ikki trúði orðum mínum, sum tó skulu ganga út, tá ið teirra tíð er.»

Og fólkið stóð og bíðaði eftir Sakariasi, og tey undraðust yvir, at hann dvøldist so leingi í templinum. Men tá ið hann kom út, fekk hann ikki talað til teirra, og tey fataðu tá, at hann hevði sæð eina sjón í templinum; og hann gjørdi tekin til teirra og varð verandi málleysur. Og tað hendi, tá ið tænastudagar hansara vóru lidnir, fór hann heim til sín sjálvs. Men eftir hesar dagar varð Elisabet kona hansara við barn; og hon fjaldi seg í fimm mánaðir og segði: «Soleiðis hevur Harrin gjørt við meg teir dagar, tá ið hann leit til mín fyri at taka burtur skomm mína millum manna.»

LES EISINI  Guds Sonur
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina