Skírhósdagur: Jesus gevur okkum seg sjálvan

Skírhósdag er Jesus komin til seinasta kvøldið í sínum jarðarlívi. Hann veit, at dagin eftir verður hann dømdur til deyða og krossfestur. Tað ber illa til at hugsa sær líðing hansara. Hann veit heilt nágreiniliga, hvussu alt skal fara fram dagin eftir. At vita sær: Hetta er seinasti dagur, eg livi.

Honum hevur hjartaliga longst eftir hesum kvøldi, at eta páskalambið saman við lærusveinunum, áðrenn hann líður, sigur hann í Lukas 22,15. Hann situr har saman við teimum tólv á sama hátt, sum teir hava gjørt á hvørjum ári at minnast ta stóru hending, tá ið fólkið slapp úr Egyptalandi undan trælahaldinum. Hóskvøldið, tá ið fyrsta stjørnan sást á himmalinum, settust teir eftir aldargomlum siði við borðið at eta páskamáltíðina, soleiðis sum jødar framvegis gera. Men fyri Jesus er henda páskamáltið tann seinasta í hansara jarðarlívi, og hann veit tað.

Menniskju leingjast

Mong halda, at kirkjumálið tykist fremmant unga ættarliðnum, at tað talar heilt við síðuna av, tá ið tað verður talað til eina jarðbundna, tøkniliga, materialistiska verð. Orðini til altargang kunnu vera eitt týðiligt dømi um tað. Hvør skilir tað, tá ið prestur stendur við hesum lítla hveitibreyðinum í hondini og sigur Jesu egnu orð: ”Hetta er likam Jesu Krists”? Ella við kalikinum og sigur: ”Hetta er blóð Jesu Krists”? Samstundis sum nøkur síggja altargangsorðini sum dømi um, at mál kirkjunnar hoyrir einum øðrum heimi til, so livir eitt ótal av menniskjum við einum nívandi tosta eftir einum heilt øðrum heimi enn tí, tey kenna, eftir nøkrum púra øðrvísi.

Tað er í tíðini ein sterkur longsul eftir einum virði, einum lívsinnihaldi, sum kann skapa nakað og fylla tað tómrúm, okkara materialistiska mentan hevur leitt okkum í.

Leitað verður eftir tryggleika, eftir einum heimi, sum livir í harmoni og friði.

LES EISINI  Kirkjudagur í Húsavík í morgin

Tí eru tað eini gleðiboð, at altargangsorðini koma júst úr tí heimi, sum menniskjan leitar eftir. Líka so ófatandi altargangsorðini eru fyri tað materialistiska menniskjað, líka so ómissandi og lívsneyðug eru orðini fyri tey, sum júst við teimum verða leidd inn í henda nýggja heimin.

Vit taka móti breyðinum og víninum á knæ. Henda gávan verður bert tikin ímóti av tí, sum er eyðmýktur, og hevur boygt seg fyri tí heilaga Gudi. Tann, sum lýðir á altargangsorðini sjálvglaður og lítur á seg sjálvan, hoyrir bara nøkur óskiljandi orð, men tann, sum í eyðmýkt boyggir seg fyri tí livandi Gudi og einfalt trýr hesum orði, er sameindur við sjálvan tann livandi Gud.

Gevur okkum seg sjálvan

Hvat var tað, Jesus gav okkum, tá ið hann innsetti heilagu kvøldmáltíðina? Lat okkum í huganum fara til borðs saman við Jesusi og lærusveinunum hesa seinastu kvøldmáltíðina. Hann hevur sagt teimum, at nú fór likam hansara at verða tikið frá teimum, og teir vistu, at alt, sum Jesus hevði verið fyri teir, hevði hann verið í likami sínum. Har likam hansara var, har hoyrdu teir tað nýskapandi orðið, har kendu sjúk tvær hendur lagdar á seg, og tey fingu heilsubót, har hendu undur, sum fingu fólk at siga: ”Alt hevur hann gjørt væl. Deyv letur hann hoyra og málleys tala.”

Allar gerðir hansara og orð vóru knýtt at likaminum. Tað var við likami sínum, hann gjørdi so mong undur. Tað var í bøn og eftir rópið, at Lasarus kom út úr grøvini. Tað var eftir orði hansara, at lamni maðurin við Betesdahylin fekk heilsuna aftur. Og tað var við orði sínum, hann fekk aldurnar á Genesaretvatninum at leggjast og so framvegis.

Allar tær mongu hendingarnar, vit lesa um í evangeliunum, har hann likamliga var til staðar og brúkti sítt likam, sína rødd, sínar hendur, síni eygu.

Tí fata vit skelkin hjá lærusveinunum, tá ið teir nú skilja, at likam hansara verður tikið frá teimum.

LES EISINI  Augsburgska trúarjáttanin IX: Kvøldmáltíð Harrans

Men so er tað, at Jesus tekur breyðið og vínið og sigur: ”Hetta er likam mítt”, ”Hetta er blóð mítt.” Við øðrum orðum: ”Likam mítt verður tó ikki tikið frá tykkum, tað verður framvegis hjá tykkum í breyðinum og víninum, tá ið tit liggja á knæ um altarringin.” Tað vil siga, at tað, vit taka ímóti, tá ið vit eta breyðið og drekka vínið, er hann sjálvur í tí líki, hann hevur valt at stíga fram okkara millum og verða móttikin av okkum. Har við altarborðið er hann líka livandi og virkin til staðar okkara millum, sum tá ið hann gekk í Galilea og Judea.

Jesu orð gera allan munin

Tað er í dag, sum tað var tá, at har sum likam hansara er, henda undur, har ljóðar orðið til tann skuldartyngda um treytarleysa fyrigeving, har verður trúgvin rætt honum og henni, sum onga trúgv hevur, har sameinir Gud seg við tann, sum ikki er honum verdur, og gevur honum og henni, sum onga megi hevur, styrki og mót til at liva lívið í trúnni á hann. Har játtar hann teimum orðið, at hann er teimum nær, sum hava eitt sundurbrotið hjarta. Og har gevur hann teimum Heilaga Andan, sum koma fátæk og eru nívd av andstosta.

LES EISINI  Augsburgska trúarjáttanin VII: Guds náðimiðlar

Og spyr onkur, hvussu vit kunnu trúgva, at breyð og vín, sum vit kunnu keypa fyri nakrar fáar krónur, kunnu avrika so nógv, lat okkum so vísa til orð Luthers um altarborðið: ”At eta og drekka avrikar tað vissuliga ikki, men tað, ið avrikar, eru hesi orð: Tað verður givið og úthelt fyri tykkum til fyrigevingar syndanna.”

Breyðið og vínið hava í sær sjálvum lítið virði, men tey hava eitt ómetaligt virði við tí orði, Jesus segði, tá ið hann stóð við breyði og víni í hondunum.

”Hetta er likam mítt.” ”Hetta er blóð mítt.” Tá ið vit hoyra hesi orð í dag, merkir tað, at tað er í hesum líki, hann kemur til okkara nú. Og at fata hetta er ikki ein spurningur um at skilja, men um at trúgva.

Lat okkum taka eina mynd: Ein 100 krónuseðil hevur sum pappír einki virði, men tað, sum gevur honum virði, er talið 100, sum er prentað á hann, og undirskriftin, sum váttar, at hesin pappírslepin hevur hetta virðið. Soleiðis er altarborðið: Tað er trúgvin á orðið: ”Hetta er likam mátt. Hetta er blóð mítt” og trúgvin á undirskriftina – Jesu egnu orð, sum ger, at vit trúgva, at her er tað honum, vit taka ímóti og øllum tí hann er og hevur gjørt fyri okkum.
Her gevur hann okkum í likami sínum, eins og hann gekk her á fold, sína fyrigeving, sín frið, sína gleði, sína styrki, sín anda. At taka ímóti hesum er at trúgva teimum orðum, hann segði.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina