Augsburgska trúarjáttanin VII: Guds náðimiðlar

Hvønn leygardag næstu tíðina gjøgnumgongur Trúboðin eina grein í Augsburgsku trúarjáttanini, sum er eitt av teimum fimm játtanarritunum hjá evangelisk-luthersku fólkakirkjuni. Jón Poulsen, prestur í Danmark, hevur skrivað, og greinarøðin varð prentað í Trúboðanum í 2007. Sjeynda grein í røðini snýr seg um teir miðlar, sum Gud hevur valt at geva okkum náði sína við.

”Heilagi Andin verður givin við orðinum og sakramentunum sum nýti, og – nær og hvar Gud vil – virkar hann trúnna í teimum, ið hoyra evangeliið: at Gud fyri Krists skuld, og ikki tí at vit høvdu tað uppiborið, rættvísger tey, ið trúgva, at tey fyri Krists skuld verða náðað” (úr 5. grein).
”Um sakramentini læra tey, at tey ikki eru innsett bert fyri at verða brúkt sum frámerki millum menniskju, men heldur fyri at tey skulu vera tekin og vitnisburður um Guds vilja móti okkum, givin at vekja og festa trúnna í teimum, sum brúka tey. Sakramentini eiga tí at verða brúkt soleiðis, at trúgvin, sum trýr lyftunum, ið verða givin og sýnd við sakramentunum, fær lív” (13. grein).

Í luthersku kirkjuni hevur læran um náðimiðlarnar sera stóran týdning. Tí at við teimum fáa vit lut í náðini, sum Gud veitir okkum. Náðimiðil merkir: miðlar, sum bjóða Guds náði. Tað eru orðið, dópurin, absolutiónin og altarborðið.
Tað merkir, at tá ið orðið um Jesus verður talað, so skapar tað trúgv, um Gud vil, ja, um persónar vilja taka móti boðskapinum (sí Róm 10,17). Í dópinum verða vit endurfødd við trúnni (sí Tit 3). Við skriftarmálinum játta vit okkara syndir og fáa Guds náðigu fyrigeving bjóðaða (absolutión) (sí 1 Jóh 1,9). Og við altarborðið eta vit likam Jesus Krists og drekka hansara blóð til fyrigevingar syndanna (sí Matt 26,26-28). Gud bjóðar okkum sína náði gjøgnum hesar miðlar. Spurningurin til okkum er: Hvat gera vit við hesa gávuna?

LES EISINI  Menn í kjóla: Eitt sindur um dóp

Nógv skriftstøð verða nevnd í dag, tí at meiningarnar eru so ymiskar um hesar lutirnar.

Lat Bíbliuna vegleiða! Lat Bíbliuna hava síðsta orð at siga um tína trúarlæru!

Miðlar ella bert tekin?

Verða vit veruliga endurfødd í dópinum? Nøkur læra, at dópurin ongan frelsur; men bert er eitt tekin um, at ein nú vil tæna Kristusi. Tey siga, at væl er dópurin týdningarmikil; men at tað er skeivt at kalla hann berara av Guds náði.

Mín spurningur er bara: Hvat sigur Bíblian? Hvat lærir Bíblian um dópin?

Bíblian sigur, at dópurin frelsir (Mark 16,16 og 1 Pæt 3,21). Hon sigur víðari, at dópurin ger okkum til lærusveinar (Matt 28,18-20). Hon sigur, at vit í dópinum fáa part í Jesu krossardeyða (Róm 6,3 og Gal 3,27). Og at enda sigur hon, at vit í dópinum verða endurfødd (Jóh 3 og Tit 3).

So vítt eg dugi at síggja, so er eingin ivi um, at Bíblian metir dópin sera høgt. Bíblian sigur, at dópurin bjóðar Guds náði; men sjálvsagt í trúgv – tí uttan trúgv verður eingin frelstur.

Somuleiðis kundi vit hildið fram við altarborðinum. Onkur sigur, at sjálvandi eru breyðið og vínið ikki Jesu likam og blóð, men bert tekin.

LES EISINI  Tríggjar fyrrverandi skøkjur doyptar

Men hvat sigur Bíblian sjálv? Hon sigur, at Jesus segði: “Hetta ER likam mítt… Hetta ER blóð mítt…” Og hvat førir tað so við sær, um tað er tekin ella ei?

Jú, tí altarborðið skal ikki bara minna okkum á krossin. Nei, tað prædikar og bjóðar okkum krossin (sí 1 Kor 11).

Tá vit eta Jesus likam og drekka blóðið, so eta vit av ofrinum, sum var givið á Golgata. Og líkasum prestarnir undir tí gamla sáttmálanum vórðu halgaðir av ofrinum, sum teir ótu (1 Kor 10,18), somuleiðis verða vit halgað av Jesu ofri, sum vit eta, tað merkir, at vit fáa Guds náði bjóðaða.

Trúgv og náðimiðlar

Tað hevur sera stóran týdning at undirstrika, at náðimiðlarnir ikki eru gandakynstur. Tað merkir, at dópurin frelsir ongan, um viðkomandi ikki trýr gleðiboðskapinum aftanfyri dópin. Hetta er galdandi bæði fyri børn og vaksin.

Jesu likam og blóð veita ikki fyrigeving og náði, um ein ikki trýr gleðiboðskapinum. Ja, hetta er so týdningarmikið sambært Paulusi, at um ein syndar opinlýst og noktar at boyggja seg fyri Guds boðum og kortini kemur til altars, so etur hann sær ein dóm til (sí 1 Kor 11).

Tað sama er at siga um orðið, sum verður prædikað. Sjálvt um tað er borið væl fram og sagt við einfaldum og ítøkiligum orðum, so er tað eingin vissa fyri, at nakar fær Guds náði av tí. Tað einasta, sum avger tað, er, um viðkomandi tekur ímóti gleðiboðskapinum í trúgv ella ei.

LES EISINI  Jesus sær tín djúpasta tørv

Tað er trúgvin, sum frelsir, og ikki gerningarnir.

Siga vit við okkum sjálv: “Jamen, eg eri doyptur, so eri eg frelstur og kann liva, sum eg vil!” so er hetta gerningakristindómur – tí so upphevjar tú dópin til at vera serliga gerningin, sum førir ein inn í Himmalin.

Ein hevur ikki Gud sum harra og vin í dagligdegnum, ein ber ikki sínar syndir til hann og so framvegis; men vil gjarna rósa sær av at vera doyptur, tí so er ein, ið hvussu er, í eitt sindur betri støðu enn hini; men hetta er ikki rætt at gera. Harafturímóti er tað bæði rætt og gott, um vit í trúnni siga: “Eg eri frelstur, tí Gud hevur doypt meg, og gevur mær dagliga vissu um, at hann fyrigevur mínar syndir og leiðir meg gjøgnum lívið.” Tað er gott og rætt at hvíla í lyftinum, sum eru knýtt at náðimiðlunum; men tað er ikki gott at brúka tað sum ein andaligan kodda.

Munurin á hesum báðum er kanska ikki so sjónligur – og tó. Hin fyrri metir kanska, at Gud er til – og tí vil hava eina neyðloysn, um alt annað fellur; men hetta er ikki trúgv, hetta er háðan. Hin hvílur við trúnni í tí náði, sum Gud hevur veitt og enn veitir honum gjøgnum dóp, orð, altarborð og skriftarmál.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina