Aftur til forsíðu

Lykilin til ríkidømi.

Lykilin til ríkidømi.

“Lat upp eygu míni, at síggja eg kann undrini í tíni lóg!” (Sálm 119,18)

Eg eigi eitt lítið peningaskrín. Ikki tí, pengar eru mestsum eingir í tí, bara nakrir gamlir seðlar, sum eg fegin vil goyma. Tíverri var tað keðiliga hent, at lykilin til skrínið var horvin. Eg leitaði allastaðni, sum hugsast kundi, men fann ongan lykil.

Eitt kvøldið skuldi eg vitja ein sjómanskvinnuring og tala Guds orð til teirra. Sjáldan taki eg mannakorn, men henda dagin gjørdi eg tað. Eg stakk fingrarnar djúpt niður í mannakornsskálina og gjørdist stórliga bilsin; tí tað, eg fekk fatur í, var lykilin til peningaskrínið.

Høvdu nú nógvir pengar verið í, so hevði eg funnið lykilin ”til ríkidømið” millum mannakornini.

Hendingin talaði soleiðis til mín: at lykilin til ríkidømi í Gudi er at finna í Guds orði, í Bíbliuni.

Har Guds orð verður lisið og boðað, ger tað sín gerning. Tað verður til frelsu og signingar fyri tann, sum í eyðmýkt tekur ímóti tí, men til forherðing og banning fyri tann, sum forherðar seg móti tí.

LES EISINI  Í dimmum dølum, einki ilt eg óttist.

C. O. Rosenius sigur: ”Hvør hugsar veruliga um, at vanrøkt av Guds orði djúpast sæð er orsøk til alla andaliga neyð í heiminum, allan veikleika í kirkjuni og hjá tí einstaka menniskjanum. Tann, sum íðin og nærlagdur lesur og brúkar Guds orð rætt, upplivir, at tað er keldan til alla andaliga signing. Guds orð kallast av røttum eitt náðimiðal. Uttan tað er tað ógjørligt at varðveita lívið í náðini!”

Sátan veit væl, hvussu týdningarmikið Guds orð er. Tí var fyrsta og álvarsamasta freisting hansara at fáa menniskjuni at ivast um Guds orð. Tað eydnaðist. Somu freisting nýtir hann eisini nú á døgum. Eydnast tað Sátani at loysa samvitskuna frá Guds orði, ja, so kunnu fólk synda og liva í synd uttan at kenna samvitskubit og uttan at kenna trongd at játta syndina fyri Jesusi. Hesi fólk verða tá trælir hjá syndini og liva í Sátans valdi.

Tú kanst bara vinna á Sátani og tí ónda við at gera sum Jesus. Halt fast við Guds orð, brúka tað ímóti Sátani og sig: ”Skrivað stendur!”

LES EISINI  Soleiðis kanst tú hava gudstænastu heima:

Dávid bað: ”Lat upp eygu míni, at síggja eg kann undrini í tíni lóg!” Bið tú somu bøn.

Leita í Bíbliuni og les. Tá skalt tú síggja størsta undur, sum til er, og kenna kraftina í orðinum.

”Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.”

Bíblian er støði gott,

uggar meg og gevur mátt.

Lovar mær, Guds soni við,

ævigt lív og sælan frið.

Ms. 232

Undanfarna grein

Møti og ungdómsmøti í kvøld

Les grein

Beinleiðis møti úr Tabor á Toftum

Les grein
Næsta grein
A+