Greinarøð um Augsburgsku trúarjáttanina: Fyri at halda okkum til krossin
Næstu mongu vikurnar fer Trúboðin hvønn leygardag at gjøgnumganga ta sokallaðu Augsburgsku trúarjáttanina (eisini nevnd Confessio Augustana). Tað er Jón Poulsen, prestur í Danmark, ættaður úr Leirvík, sum í 2007 skrivaði stuttar viðmerkingar til tær 28 greinarnar í hesi trúarjáttan. Hetta varð gjørt á ein rímiliga lættan hátt við ikki ov nógvum tungum gudfrøðiligum hugtøkum. Nakrar av teimum 28 greinunum verða tiknar undir einum.
Augsburgska trúarjáttanin er ein av teimum fimm játtanarritunum hjá evangelisk-luthersku fólkakirkjuni. Allar fimm eru at finna í bókini “Trúarjáttan føroysku fólkakirkjunnar”, sum Føroyskt kirkjumál gav út í 2000. Hans Jacob Joensen, táverandi biskupur, týddi tríggjar av játtanunum og legði útgávuna til rættis.
Sum inngang sigur Jón soleiðis um Augsburgsku trúarjáttanina:
Fyri at halda okkum til krossin…
Í 1530 ferðaðust nakrir fúrstar og gudfrøðingar úr Sachsen til Augsburg til ein sokallaðan ríkisdag. Her høvdu teir møguleika at verja ta trúarlæruna, sum teir hildu seg til. Hetta minti eitt sindur um eina gudfrøðisliga rættargongd.
Lutheranararnir skuldu verja sína læru, fyri at vísa at teir ikki vóru ranglærarar. Hægsti myndugleiki var ikki pávin (hann hevði longu bannað Lutheri vegna hansara læru nøkur ár frammanundan), men harafturímóti keisarin, sum tó var katólskur í síni áskoðan.
Teir luthersku vistu ikki, at teir skuldu hava eitt verjuskriv við sær; tí varð Filip Melanchton, ein av góðu vinum og arbeiðsfeløgum Luthers, settur at skriva eina játtan. Ymiskir gudfrøðiligir orðadráttir og longu skrivað skjøl vóru við til at ávirka tað, hann skrivaði.
Soleiðis varð Augsburgska játtanin til, við einum ynski um at verja ta góðu evangelisku læruna. Síðani er hon vorðin eitt sereyðkenni fyri allar lutherskar kirkjur í heiminum, saman við fýra øðrum. Trimum fornkirkuligum: Tí ápostólsku, tí nikensku/konstantinopolitansku og tí athanasiansku trúarjáttanini, og eini aðrari frá trúbótini, nevniliga Luthers lítlu Katekismus. Tær flestu luthersku kirkjurnar hava fleiri játtanarrit enn hesi fimm, men tær flestu hava í øllum førum hesar fimm við.
Tað, ið serliga eyðkennir tær báðar játtanirnar frá trúbótini, er fyri tað fyrra bíbliutrúskapurin. Allar greinarnar hava sín uppruna í og sínar próvførslur úr Bíbliuni. Og fyri tað seinna liggur stóri høvuðsdenturin á læruna um krossin. Tí er hetta so týdningarmikið fyri okkum nú á døgum at arbeiða við, tí her fáa vit bíbilska boðskapin í smáum setningum. Og her fáa vit ta gleðiligu læruna um krossin prædikaða, so vit kunnu hvíla í Guds náði.